200 ár á Syðradali - 9. juli 2016

Tíðindi >>

Skrá fyri minningarhaldið

Leygardagur 09. juli.


08.30 - 11.00
Húsar Kommuna bjóðar morgunmat í skúlanum.


09.00 - 
Gongutúrar í haga/fjøllum – leiðarar: Andrias, Steffan, Sørmundur o.a.


10.00 - 21.00
Magna Auðunsson hevur listaframsýning í Dungafjósinum.


10.00 - 21.00

Berit Vilhelmsen og Kala Lómaklett hava málningaframsýning í ”gomlu roykstovuni” Inni í Húsi (kjallarahædddini).


10.00 - 21.00
Paulina Eliasen framsýning av handarbeiði v. Bóka – og plakatsølu (mynd av Syðradali/ E.Fuglø) í ”Inni har úti” – hoyggjhúsinum, sunnanvert sethúsini.


10.00 - 21.00
Framsýning í ”bilhúsinum hjá Eriki” av gomlum myndum, ið hava samband við Syðradal. Gloria Kalsø stílar fyri.


10.00 - 21.00
Margret Joensen og Myrna Jacobsen, framsýning av handarbeiði í kjallaranum ”Uppi í Húsi”.  


10.00 - 21.00
Ættarsøguframsýning í Lykkirshúsi. Erna – og Ólavur Johannesen skipa fyri.


10.30 / 13.00
Spákað verður gjøgnum bygdina, har Asbjørn Lómaklett  greiðir frá umminnisvarðan og einstøku húsini.


10.30 -  
Barnatiltak, har Jonna Fritsdóttir Mortensen stílar fyri.  Húsa kommuna bjóðar børnunum okkurt at njóta.


10.30 - 13.00
Vitin á Høvdanum stendur einar 200 m sunnan fyri bøgarðin niðast/suðuri á bakkanum.Vitapassararnir verða har og greiða frá um vitan. Heitt verður á fólk at ganga eftir bakkanum,  tá farið verður suður til vitan á Høvdanum.


12.00 -  
Viljin hevur matsølu allan dagin.


15.00 -
Hátíðarhaldið verður sett:


  1. Paulina Eliasen, handarbeiðslærari bjóðar vælkomin og kunnar um skránna.
  
  2. Felagssangur.

  3. Magni Garðalíð, borgarstjóri heldur røðu.
  
  4. 17 sangarar føra fram.
  
  5. Dánial Petur Højgaard, lívfrøðingur sigur frá um
  
  6. Catrinu Sofíu Joensen, f. 1840, ið giftist við Jørgeni á Nesi.
  
  7. Felagssangur.
  
  8. Bjørn Kalsø, løgtingsmaður heldur røðu.
  
  9. 17 sangarar føra fram.
  
  10. Paulina Eliasen endar.
  
  11. Tjóðsangurin. 



17.00 - 18.00
Húsa kommuna bjóðar øllum súpan.


18.00 - 18.45
Føroyskur dansur á parkeringsplássinum, har Leivur Jacobsen, Jens Jacobsen og Asbjørn Lómaklett skipa fyri: Vaagen, Det er i nat en vaagenat, Her nógv er at gera, Huldugentan, Oh, kan du ikke mindes, Ólavur riddararós.


19.00 - 
Kvøldseta – Bjørn Kalsø stílar fyri og bjóðar vælkomin:   

1. Felagssangur við harmonikutónleiki (Harald, Hanna og Terji).
  
2. Signhild V. Johannesen, býráðslimur heldur røðu.
  
3. Felagssangur (Harald, Hanna og Terji).
 
4. Marjun Lómaklett, prestur hugleiðir um kirkjusiðir í bygd uttan kirkju.
  
5. Felagssangur. (Harald, Hanna og Terji).
  
6. Signar í Homrum førir fram 4 løg. 
  
7. Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu.
  
8. Felagssangur. (Harald, Hanna og Terji).
  
9. Bjørn Kalsø, løgtingsmaður endar.
  
10. Felagssangur: Nú dagurin at enda er..... (Harald, Hanna og Terji).                        


Sunnudagur 10. juli:


11.00 -
Útiguðstænasta á Syðradali v/Marjun lómaklett, sóknarpresti. Tænastan verður í Húsa Kirkju, um ikki viðrar at vera úti. Kirkjukórið í Christianskirkjuni hevur framførslu. Faldari við sálmum verður tøkur. Húsar Kirkja bjóðar drekkamunn aftan á guðstænastuna. 


Blankskálatúrur!

Miðað verður ímóti 04. juli (mánadagur), men broytingar kunnu koma vegna veðurlíkindi. Í sanband við gongutúrin ”um Galvin” vestur á Blankskála siglir ”SAM” úr Klaksvík kl. 08.00. Fráferðin hjá ”SAM” kl. 10.00 passar til teirra, ið ikki fara gongutúrin, men taka siglingartúrin Syðradal/Blankskála/Syðradal. Mælt verður til at hava matpakka við!
09.00 -  Skipað verður fyri gongutúri av Syðradali vestur á Blankskála við ferðaleiðara, Bjørn Kalsø, har fólk mugu boða frá luttøku frammanundan.

Tilmeldingarháttur verður lýstur í ”Visit Kalsoy” og í Norðlýsinum beint frammanundan. Tveir bátar (Alfa Pilot og Ziska) fara eisini at sigla av Syðradali við fólki, ið velja ta leiðina. Kostnaður fyri hvønn einvegistúrin verður 100,00 kr. 

12.00 -
Minnispláta verður avdúkað í bygdini við toftirnar.
Magni Garðalið og Bjørn Kalsø fara at røða.
Sangir:

  • Boðar tú til allar tjóðir...
  • Tíðin rennur sum streymur í á...
  • Tjóðsangurin...


14.00 -
Fráferð av Blankskála til Syðradals - til gongu ella við báti. Tá komið er til Syðradals, bjóðar ”Viljin” súpan.


Skráin kann heintast her!

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo