Aðalfundur felagsins 2023

Tíðindi >>

Á aðalfundinum, sum var hildin í skúlanum á Syðradali í dag, var felagið skipað við somu nevnd sum frammanundan, har Óla Jákup úr Dímun heldur fram sum formaður umframt Marius á Geilin og Olgu Biskopstø, sum starvsnevndarlimir. Umboðsráðið var somuleiðis skipað, við einum umboð fyri hvørja bygd á útoyggj.

Aðalfundurin staðfesti, at útoyggjarnar í dag eru ein samansjóða eind, sum merkir at tær hava ein felags samleika, og tað er at gleðast um. Fyri 20 árum síðani, vóru oyggjarnar einsæris, og lítið samband var millum tær.  

Í dag hava útoyggjarnar eina felags rødd mótvegis myndugleikum, og sum heild úti í samfelagnum. Útoyggjarnar verða hoyrdar í politiskum málum og eru sjónligar, ikki minst nú ferðavinnan av álvara hevur tikið seg upp.

Alt hetta vísir, at útoyggjarnar av sonnum hava týdning, ikki minst sum virðismikil økir, fíggjarliga og mentanarliga, og hetta eiga tær at fáa viðurkenning fyri.

Hendan viðurkenning sæst tó í alt ov lítlan mun aftur í politiskari handling, metir Útoyggjafelagið.

Felagið hevur í samfull 22 ár arbeitt við at fáa útoyggjarnar sjónligar, sum javnbjóðis partur av føroyska vælferðarsamfelagnum, men enn eru saknur í fleiri og ítøkiligum átøkum, og hesi vil felagið áhaldandi heita á myndugleikarnar um at fáa framt.   

Tey mest avgerðandi stigini, sum enn vanta, eru:
1. At skapa møguleika fyri búseting, við at útstykkja, við at byggja leiðuíbúðir, og veita sethúsafígging.
2. At skipa eina samferðslu, har trygdin, tænastan og títtleikin livir upp til nútíðar standardir.
3. Tryggja betri karmar fyri jarðarbrúki og væl skipaðari ferðavinnu
4. At tryggja lokalt fólkaræðið, grundað á lokala luttøku og fíggjarorku.
5. At skapa sosiala trygd og veita tænastur, ið ger at borgararnir fáa virka og kunnu trívast í lokalsamfelagnum alt árið.

Fundurin staðfesti at Útoyggjafelagið, við fullum huga, tekur undir við ynskinum hjá samgonguni um at gera eitt nýtt útoyggjaálit, ið kann veita Landsstýri og Løgtingi dagførda vitan um veruligu støðuna á útoyggj, og koma við tilmælum um, hvat kann gerast fyri at gera útoyggjarnar meira lívførar.


Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo