Aðalfundurin 2017

Tíðindi >>

Á aðalfundinum hjá útoyggjafelagnum 17. juni 2017, vóru nevnd og umboðsráð afturvald. Felagið er tí skipað við Óla Jákup úr Dímun sum formanni, Esbern í Eyðansstovu, nevndarlimi og Olgu Biskopstø, nevndarlimi og samskipara.

Av stóru arbeiðsuppgávunum í 2017, er samferðslan ein. Talan er um dagføringar á øllum leiðum, og at finna eina góða loysn fyri Hestoynna. Okkara boð er, at tað verður bygt eitt nýtt skip. Hetta er lýst í Glóðini nr. 12. Farmaflutningur er eisini eitt mál vit brúka nógva orku uppá. Á aðalfundinum var gjørt greitt, at tað má finnast ein loysn á hesum nú, tí hetta er veruliga ein forðan fyri framburði.  

Felagið hevur fleiri verkætlanir í gongd, og heldur hetta arbeið fram eftir førimuni, við tí orku feðagið hevur. Ein av hesum verkætlanum, er Ferðavinna og umhvørvi. Málið er leggja úrslitini av hesum arbeiðið fram, á ráðstevnu seint í september.

Aðalfundurin staðfesti, at vit hava virka í 15 ár fyri ábótum á útoyggjunum. Hóast tað eru alt ov fá úrslit at hóma. Tað tykist, sum at stovnar í Føroyum, als ikki hava hesi økið raðfest yvir høvur, meðan politiska skipanin lovar ábøtur og broytingar, men hetta gongur sera seint.

Felagið heldur tó fram, miðvíst at vísa á møguleikar, og at virka sum talirør fyri fólk á útoyggj.

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo