Altíð ein skúli á útoyggj

Tíðindi >>
Tað er skúlaskylda í Føroyum, og tí er rætturin til skúlagongd, ongantíð eitt ivamál. Men tó so, hesin rættur, er ikki so sjálvsagdur, um tú ert búsitandi á útoyggj. Hetta síggja vit, nú Klaksvíkar kommuna skal taka støðu til, um tað skal vera ein skúli í Svínoy ella ikki, tí, tá eingin børn eru í einum skúla eina tíð, ja, so er skúlin automatiskt niðurlagdur.
Útoyggjafelagið hevur verið, og er framvegis av tí áskoðan, at hetta er ikki rættur framferðarháttur, og eitt mál, ið politiska skipanin eigur at taka upp alt fyri eitt, og broyta. Tað eigur at vera ein lógarfestur rættur, hjá familjum á útoyggj, at fáa børnini í skúla í oynni. Tað skal ikki vera soleiðis, at eitt slíkt álvarsmál, skal fyri eitt bý- ella bygdaráð, at taka støðu til, og síðani til Mentamálaráðið, at verða viga enn eina ferð.

Familjur við børnum, skulu til allar tíðir vera trygg við, at tey kunnu búseta seg á útoyggj, og vita, at børnini hava rætt til eina dygdargóða skúlagongd.

Føroyar eru eitt oyggjaland, og skulu vit rokna við, at fáa útjaðaran og útoyggjarnar at fjølgast, so má eitt evnið, sum skúlin, ikki vera nakað ivamál, men ein kjølfestur rættur fyri øll.

Í hesum føri, fer Klaksvíkar kommuna, uttan iva at samtykkja at lata skúlan í Svínoy upp, og síðani heita á MMR um at játta hesum. Men tað kann hugsast, at eitt annað býráð, ikki var av somu áskoðan, og ikki vildi lata skúlan uppaftur, hvar eru vit tá?
Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo