Atgerðir á fuglaveiðuøkinum

Tíðindi >>

6.november 2017

 

Til
Fiskimálaráðið
Yviri við Strond 15
P.O. Box 347
FO-110 Tórshavn

 

Att: Høgni Hoydal

 

Umbøn um atgerðir á fuglaveiðuøkinum

Í fleiri ár hava útoyggjarnar sjálvbodnar, við samtykt á grannastevnum, fylgt ynskinum frá myndugleikunum um ikki at fleyga lunda, orsaka av at stovnurin er hóttir.

Men samstundis sum tey á útoyggjunum ikki loyva sær at gagnnýta tað fuglatilfeingið, ið búleikast har, fyri at verja fuglastovnin, so fer ein ógvuslig veiða ígongd stutt eftir at bútíðin er liðug.


Hetta meta útoyggjafólk ikki gevur nakra meining. At verja fuglin við ikki at fleyga, tá hann verður skotin av øðrum so skjótt hann kemur á sjógv. Stórt tal av bátum, harav fleiri skjóttgangandi, veiða svartfugl í túsunda tali.


Samstundis sum útoyggjafólk ikki kunnu fáa sær til
eginnýtslu, ja ikki so frægt sum til eitt kók, so veiða onnur fuglin beint fyri nøsini á teimum í stórum talið - ikki bara til eginnýtslu, men eisini til at selja, eitt nú á facebook, fyri uppí 175,- kr. stykkið.

Vit hava í nógv ár gjørt vart við, hjá avvarðandi myndugleikum, at hetta vendir ikki rætt, og at tað er neyðugt við góðum og greiðum fyriskipanum á hesum økið, so fuglastovnurin verður troyttur burðardygt og útoyggjarnar fáa sín sjálvsagda part.


Tí fara vit at heita á teg, sum hægsta myndugleika á økinum, um at fáa nevndu viðurskifti í rættlag.
 

Kemur hetta ikki upp á pláss, síggja vit ikki aðra gongda leið, enn aftur at loyva at fleyga fugl á útoyggjunum.

 

Vinarlig heilsan

 

Óla Jákup úr Dímun, formaður                      Olga Biskopstø, samskipari
Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo