Betri oyggjaleiðir - áheintan til Samferðsluráðið.

Tíðindi >>

Útoyggjafelagið stuðlar tiltakinum “Oyggjafólk fyri betri samferðslu”, ið nólsoyingar hava tikið stig til. Tiltakið verður fríggjadagin 11.mai 2018, kl.14. Málið er at gera vart við ótolandi støðuna, ið oyggjabúgvar liva undir, viðvíkjandi samferðsluni.


Málið við tiltakinum er m.a. at fáa eitt avloysaraskip í flotan, so samferðslan ikki verður so nógv órógvað, tá skip fara til umvælingar ella eftirlit.
Allar leiðir verða meira ella minni ávirkaðar av, at SSL ikki hevur líkinda avloysaraskip.
Kalsoyggin, hevur stórar trupulleikar av manglandi dagføring av títtleika á leiðini. Skúvoyggin verður nógv ávirkað, tá Sildberin fer út sigling. Og eitt nýtt avloysaraskip, kundi hjálp munandi upp á vánaliga sambandið út í Hest.
Sum heild ynskir Útoyggjafelagið, at tað verða gjørdar dagføringar á øllum leiðum, og at strandferðslan ger fyriskipanir, so ferðasambandið megnar at nøkta tørvin, bæði fyri tey sum ynskja at búgva á útoyggj, og tey ferðafólk, ið koma at vitja.  
 
 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo