Enn er lív í

Tíðindi >>

Nú er summarið farið at halla, og útoyggjarnar gera seg klárar at taka í móti vetrinum. Eitt tað fyrsta tekni er, at SSL broytir til vetrarferðaætlan.

Vónin er, at myndugleikarnir, tað sum eftir er av hesum ári, fara at fremja tað sum hevur staðið í korti higartil í ár. Ein dagføring av ferðafólka- og farmaflutninginum. Fyrst og fremst at Hestur far eitt virðiligt ferðasamband. Síðani at SSL tekur tey sum búgva á útoyggj í álvara, og skipar komandi ferðaætlanir, við støði í ynskinum frá fólkinum á einstøku oyggjunum, við m.a. at skipa fyri "samferðslu-bygdafundum", eins og fyri nøkrum árum síðani.

Í Glóðini nr. 12 - 2017, kanst tú lesa um hvussu ferðasambandið er ment gjøgnum tíðirnar. Her sæst, at útoyggjarnar ikki hava ligið fremst í raðfesting. Vónandi fer hetta loksins at vera søga.

Tað er rúkandi ferð á føroyska búskapinum, og alt landi liggur í andaleypi við nýbyggingum alla staðni. Men á útoyggj, er ikki gjørligt at fáa sand og annað byggitilfar – í øllum førum ikki til Mykinesar.

Í Glóðini nr. 12 er at lesa um tær verkætlanir, ið eru í gongd og ávegis. Men einki kann lata seg gera, um samfelagið ikki er sinnað, at stuðla undir møguleikan at fremja hetta. Har tað er landfast, ber til at fáa alla kunning og vitan, lætt og ómakaleyst. Tá sjógvur er í millum, gerst hetta meira trupult, ikki minst fyri fólk á útoyggj, ið skulu brúka dagar, til ein fund á ein tíma. Tí mugu serlig átøk gerast, fyri at menna ferðavinnu og stuðla íverksetan á útoyggj. Útoyggjafelagið hevur arbeitt við hesum í fleiri ár, men oftast fyri deyvum oyrum. Nú vóna vit, at hurðar verða latnar upp, so vit kunnu sleppa at lýsa ynskini og tørvin á útoyggjunum. Vónandi fer broyting at koma í.

Les meira um útoyggjarnar, umstøður og tiltøk í Glóðini nr. 12 – 2017

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo