FRIGG – ein brúgv til Útoyggjarnar

Tíðindi >>

Hópur av fólki, vitjaði tjaldið hjá útoyggjafelagnum og Húsa kommuna á Frigg 9. og 10. mai. Longu uttanfyri sást, at talan var um okkurt spennandi, nýskapandi og innbjóðandi, og flest øll fóru eisini útaftur, væl nøgd við tað tey fingu bjóðað.

Ungdómurin er framtíðin í Føroyum, og nógv av okkara ungu halda til uttanlands. Tí er tað so umráðandi, eisini at vísa teimum, at útoyggjarnar og útjaðarin í Føroyum, ikki standa aftanfyri tá umræður nýhugsan og spennandi møguleikar. Tað var hetta, sum var okkara boðskapur á FRIGG.

Hetta var ein roynd, og royndin eydnaðist til fulnar. Tað er okkara sannføring, at friður at hugsa og friður at skapa, verður eitt nýtt trend, ið fleiri ungfólk fara at taka til sín. Í løtuni, tykist sum at ungdómurin á Húsum tekur hetta í álvara, og ikki einans ynskir at búseta seg í Húsa kommunu, men eisini vil skapa nýggjar vinnur og vera virkin har. Hesum tekur Húsa kommuna væl í móti, og ger tað hon er ment, fyri at stuðla ungdóminum í bygdini.

Framtíðin er bjørt í Føroyum, um vit megna at taka okkara ungdóm í álvara, og geva teimum møguleika at virka, har tey ynskja at búseta seg, eisini um tað er á útoyggj.

Næsta ár á FRIGG, fara vit at bjóða enn fleiri nýskapandi loysnir, skaptar á útoyggj.

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo