Fundur um Sam og bíleggingarskipan

Tíðindi >>

KUNNANDI FUNDUR UM PLÁSSBÍLEGGINGARSKIPAN

Á Húsum, mikukvøldið 30. august 2023 kl. 19:30.


Í sambandi við, at Sam fór til árligt eftirlit 21. august, og Erla Kongsdóttir tók yvir siglingina á Kalsoyarleiðini, setti Strandferðslan í verk talgilda plássbíleggingarskipan til ferðafólk. 

 

Tá ið Sam kemur aftur á Kalsoyarleiðina, er ætlanin, at skipanin eisini skal umfata plássbílegging til akfør, sum leingi hevur verið eftirspurt.

 

Skipað verður tí fyri kunningarfundi í skúlanum á Húsum, har ið áhugaði fáa høvið at síggja skipanina í verki, og har eisini verður umrøtt, hvørjir møguleikar eru at gera tillagingar í skipanini. Tað er ynskið hjá Strandferðsluni at fáa íblástur frá teimum luttakandi um, hvussu skipanin á besta hátt nøktar tørvin hjá kalsoyingum og hjá teimum, ið av og á vitja oynna til ymisk endamál.  

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo