Fundur við Vinnumálaráðið í morgin

Tíðindi >>

Í morgin 18. juni, fer Útoyggjafelagið á fund við Johan Dahl, Landsstýrismann í vinnumálum. Tað eru samferðsluviðurskiftini til útoyggjarnar, sum verða umrødd.

Tað er eingin loyna, at samferðslan til Útoyggjarnar ikki er ment nevnivert nógv tey seinnu árini. Hóast nakrar av leiðunum hava fingið betur skip, so eru tað nógv onnur viðurskifti, ið ikki er bøtt, men heldur versnað. Her er serliga talan um farmaflutningin, smidleikan og ikki minst, tað óvissu sum liggur fyri framman, nú almenna flutningsskyldan er tikin av.

Tað sum Útoyggjafelagið fer at leggja dent á, á fundinum í morgin, er, at lýsa tey veruligur viðurskiftini, sum tey í brúka farleiðirnar uppliva hvønn dag, og sum tørva ábøtur.

Harumframt fer felagið at vísa á tørvin á betri samferðslu, nú útoyggjarnar eru á veg inn í eina nýggja vinnu, navnliga ferðavinnuna. Í løtuni eru tað so nógvar praktiskar forðingar, ið spenna bein fyri vinnuligum frambrotum, at umstøðurnar ikki eru til at liva við.

Felagið hevur fleiri ferðir í skrivi, gjørt vart við øll hesi viðurskifti, men í morgin verður so høvi at lýsa tey beinleiðis á fundi við landsstýrismannin í vinnumálum. Felagið vónar at okkurt ítøkiligt kemur burtur úr.

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo