Gagnligur fundur ið Vinnumálaráði

Tíðindi >>

Tað var ein gagnligur fundur, ið Útoyggjafelagið hevði í gjár, 18. juni, við Johan Dahl, Landsstýrismann í vinnumálum, men um trupulleikarnir vera loystir, kunnu vit ikki siga annað enn at fundurin var væleydnaður.

Landsstýrismaðurin fekk kunning um umstøðurnar við m.a. tyrlutænastuni og farmaflutningi, umframt onnur viðurskifti, ið viðvíkja farleiðunum til útoyggjarnar.

Ein partur av trupulleikunum, sigur Landsstýrismaðurin, at hann fer undir at loysa alt fyri eitt m.a. trupulleikarnar við farleiðini til Mykinesar. Umframt hetta var kostnaðurin á farmaflutning, serliga flutningur av byggitilfarið og amboðum eisini eitt mál, ið vit fingu lova eina loysn á.

Felagið fer nú at nágreina trupulleikar, sum fólk á útoyggj hava við flutningi í gerandisdegnum, og sum avmarkar virksemi og trivnað. Síðani verður ein frágreiðing handa Landsstýrismanninum, ið hann kann nýta í sínum arbeiðið at finna loysnir.

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo