Gull og silvur til Jóhonnu og útoyggjarnar

Tíðindi >>

Jóhanna Maria Isaksen á Húsum, hevur í dag vunnið bæði gull og silvur heiðursmerkið í norðurlendskari mat kapping nevnd Nordic Artisan Food. Gulli fekk Jóhanna Maria fyri sín mjaðurtar-sirop og gullið fyri rabarbusaftina. Kappingin var hildin í Reykjavík, saman við verkstovum, fyrilestrum o.ø.

Jóhanna vann fyri bestu vøruna í flokkinum ber, frugt og grønmeti. Føroyar fingu eitt gullmerkið afturat, og tað var Leif Sørensen, sum vann gull í flokkinum fiskur. Hansara vøra var eitt serstakt fiskakips.



Tað var Útoyggjafelagið, sum umboðaði smáframleiðarar ella mathandverkarar av útoyggj, í kappingini í dag. Olga Biskopstø tók í móti heiðursmerkjunum fyri Jóhonnu Mariu. iNova stóð sum fyriskipari av føroysku luttøkuni í kappingini.

Henda kapping, hevur verið í Svøríki í mong ár, og hevur ment mathandverkið í Svøríki munandi, síðani hon byrjaði. Seinasta ár var tiltakið víðka til at fevna um Ny Nordisk Mad, og tá luttóku fleiri  norðurlond. Í ár er tað so fyrstu ferð, at henda kapping er skipað sum ein norðurlendsk kapping burturav, og arbeitt verður við at skipa reglur, so kappingin kann ganga á skift millum londini.

Málið við kappingini er at stuðla undir menning av smáframleiðslu og mathandverkið í Norðurlondum. Fyrilestrar og verkstovur verða fyriskipaðar, og framleiðarar kunnu tosa saman og kjakast um vørurnar tey framleiða. Allar vørur, sum vera innstillaðar, fáa eina fakliga meting av einum paneli, við góðum førleikum innan mat.

Føroyar vunnu

Vit eru sera errin av at hava vunnið henda heiður, at hava so góðar vørur, framleiddar á útoyggj. Panelið, sum avgjørdi hvør vinnarin var, hevði fleiri enn 20 ymiskar vørur í flokkinum ber, frukt og grønmeti at velja í millum. Tey sum smakkaðu vørurnar vistu ikki hvaðani vøran kom, ella hvør hevði framleitt. Hetta vísir, at Jóhanna Maria Isaksen er á sera góðari leið, við síni vøru, og at kundin kann kenna seg tryggja við at góðskan er bæði gull og silvur verd.

Konsepti

Rabarusaftin og mjaðurtasiropurin hjá Jóhonnu Mariu, hava einans tilsett vistfrøðiligt sukur. Tað er eitt av krøvunum fyri at vera við í hesi kapping, at vøran er rein og burðardygg. Útoyggjafelagið byggir verkætlanina "Matur sum ferðaminni" á hetta sama konsepti, at vøran skal vera framleidd úr lokalari rávøru, og hava so fá álatingarevni sum til ber. Vørumerkið er tað hjá Slow Food, good, clean and fair.

Framhald

Tað at vørurnar hjá Jóhonnu hava vunnið, vísir okkum, at verkætlanin Matur sum ferðaminni, er eitt gott tiltak. Vónandi fer hetta eisini at eggja fleiri á útoyggj, at fara undir framleiðslu burtur úr lokalum rávørum. Køkurin hjá Sp/f Matur-Viljin á Húsum, er góðkendur til framleiðsluna. Í køkinum eru allir hentleikar, og møguleikar, at hava smáar framleiðslur. Hesir fasilitetir kunnu tey luttakandi í verkætlanini brúka, eftir skipaðari avtalu.

Men enn eru bert rabarbur og hvannir góðkendar til framleiðslu, men Útoyggjafelagið arbeiðir við, at fáa Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at góðkenna aðrar vørur, so vøruúrvalið kann víðkast komandi summar.

Útoyggjafelagið ynskir Jóhonnu Mariu og Húsa bygd hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum.


 

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo