Símun í Uppistovu í Hattarvík níti.

Tíðindi >>

Sum nýgift hjún tá miðskeiðis í sjeytiárunum í farnu øld høvdu vit hug at ferðast í egnum landi, og saman við góðum vinfólkum komu vit á sumri í 1975 til Hattarvíkar, hesa fjálgu bygd við tveimum býlingum: Niðri í Húsi og Uppi í Húsi.

Her var liviligt og lívligt, stívliga fjøruti fólk í níggju húsum og so var tað Keldhúsið, sum Tórgerð og Hjørleif høvdu sett í stand og leigaðu út. Her dvøldust vit ta einu vikuna saman við vinfólkum og børnum teirra og so vit fýra eina viku aftrat.
Gloymd vóru klokka og arbeiðsskyldur eitt andarhald, og tú kendi, at her kundi tú liva – veruliga liva. Havið streymaði inn í eygu tíni, Kellingará kvað so hulisliga, grøni bøurin var so sissandi – og fuglurin læt.
Telefon var ikki løgd inn í øll húsini, og tí var telefonstøð í bygdini, og hon var í Uppistovu, har Símun var bóndi á garðinum og Olga húsmóðir. Her kom nógv fólk á gátt – og her var altíð óført prát.
Var tað bara gandur, ella vóru tað ættarbond frá farnum øldum, sum tú einki visti um, sum drógu okkum at hesi bygd?
Sum leið móti sumri, herdi longsilin á, og tað var sum ein stuttleiki at fara at pakka niður til sælastu løturnar á árinum: tvær vikur hvørt summar gjørdust til tríggjar ella fýra, tann eina summarferðin gjørdist til tólv, og so bygdu vit á Flatabeiti og búðu Uppi í Húsi tólv av árunum frá 1987 til 2010.
Hesa tíðina búðu fólk fast í trimum húsum í býlinginum: Í Uppistovu, í Útistovu og hjá Mikkjali. Í øllum blíð og fryntlig fólk, sum tú ert takksamur fyri at hava kent.
Símun er, sum skilst, føddur 9. januar í 1924. Foreldur hansara vóru Gulakur Gullaksen, bóndi í Uppistovu og Petra Elisabeth, fødd Petersen úr húsinum á Fløtti niðri í Húsi. Símun átti eina systur, Fridu Malenu, og fimm brøður: Jóhan Jákup, Mourentius, Algot, Leon og Gilbert, sum í juli mánaði í 1951 - um fermingaraldur - fall í Skorunum.
Øll bera Símuni tað, at hann var góður bóndi. Tað sást og sæst enn, nú árini eru komin, at honum dámar hetta lívið, at fáast við kríatúr og alt starv, sum hoyrir bóndaskapi til. Ein skilamaður, bæði tá ið ráddi um arbeiði á landi og at søkja sjógvin. Mangan hevði hann á orði, hvussu hugaligt tað var at rógva norð undir land tá í fimmtiárunum, tá ið lomvigagarðarnir flugu tættir um Múlan.
Símun er orðhagur, hevur lært av sínum lívsroyndum og er vitugur maður. Tað gav at bíta, tá ið hann ráddi fyri mær gátuna, eg sum bókmentaundirvísari mangan hevði grundað um – endan á søgnini um Gullheyggin í Hattarvík.
“Lindormurin varðveitti gullið og liggur á tí enn. Høvur hansara liggur undir øskudunganum tætt undir húsunum í Hattarvík, men halin liggur “inni á tjørn” (innantil á hálsinum, hálvan fjórðing frá bygdini). Buktin liggur á gullinum undir Gullheyginum. Søgn er, at, fær ormurin høvdið út undan øskudunganum, skal Hattarvík forganga.”
“Far tær niðan á Kross!” segði Símun, “og hygg eftir, hvussu nýggi vegurin buktar seg inn móti Hálsinum og síðani oman um húsini. Ormurin hevur longu fingið høvdið út undan øskudunganum. Við vegnum kom “gullið”, peningurin, og nú er bygdin fokin!”
Hetta er ein gløgg eygleiðing, sum kann vera líka so røtt sum aðrar gitingar.
Og føðingardagsbarnið hevur sæð øgiligar broytingar:
Tað árið, hann var borin í heim, vóru í bygdini 78 fólk í tólv húsum. Hetta talið vaks upp í knappliga 100 fólk beint fyri seinna kríggj, tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá Hagstovuni búgva í dag 14 fólk í Hattarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk á rókini.
Tað var bygdini allari eitt meint bakkast, tá ið Olga doyði seinast í mars í 1995 í til tað góðum árum. Meinastur var missurin sjálvsagt Símuni, sum kortini sáttaðist við einbýli, hugnaði sær heima og røkti sítt yrki.
Vit hava so nógv gott at bera hesum bóndahjúnunum í Uppistovu. Ta fyrstu ferðingartíðina var tað fast um ólavsøkumundið, at børnini fram móti midnátt fóru við lykt niðan við ánni at leita eftir lundapisum, og vit tilkomnu hópaðust í køkinum í Uppistovu, har vit hugnaðu okkum langt út á náttina. Og eitt av seinastu kvøldunum, áðrenn vit fóru av oynni, vórðu vit altíð boðin til nátturða við øllum góðum úr bóndans húsi.
Tá ið vit fluttu út til Hattarvíkar, var valla dagur, har vit ikki stukku inn á gólvið hjá hesum blíðu fólkum, og mikukvøldini, vit tóku saman í køkinum í Útistovu, var Olga hin lættasta í ringinum – og har dansaðu vit dansispøl, ommur og abbar, vit á miðjum aldri, ungdómar og børn so hugagóð.
Best trívist Símun í Hattarvík, sum hann er samgrógvin við.
Farin um tey áttati plagdi hann at fara inn til síni í Klaksvík at halda jól, men hann læt altíð ljós brenna í køkinum, tí hann orkaði ikki at hugsa sær, at myrkt var í Uppistovu um høgtíðina. Nú býr hann í sambýlinum á Heygnum, har hann hevur tað gott, men støðugt stundar hann eftir sumri og seinni skurðfjøllum, tá ið hann aftur setur fót á sína oyggj.
Hjartaliga til lukku, Símun!
 
Ein heiðursmaður hevur tú altíð verið. Vit takka tær fyri gott grannalag og fyri alt, tú lærdi okkum – bæði við orðum og gerðum.
 
Árni Dahl

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo