Skal festijørðin einskiljast?

Tíðindi >>

Leygardagin verður búnaðarstevna í Ósáskúlanum í Klaksvík. Hetta er ein stevna, har málið er, at lýsa evnið, sum eru aktuell innan landbúnaðin í løtuni. Fyrireikararnir siga, at tað serliga verður lagdur dentur á ætlanir um einskiljing av landsjørðini, um seyðahald og ferðavinnu.

Fyri útoyggjarnar, er evnið landbúnaður og lógarverkið kring hetta, eitt sera týdningarmikið evnið, og eisini avgerandi fyri møguleikan, framhaldandi at hava búsettar útoyggjar. 

Í grein, sum formaðurin í Útoyggjafelagnum Óla Jákup úr Dímun hevur í Glóðini, sum kemur út í næstum, grundgevur Óla Jákup fyri sínari áskoðan á millum annað landbúnað og einskiljing.

Í grundgevingunum fyri sínari støðu til landbúnaðar- og jarðarlóggávu, vísir Óla Jákup millum annað á, at hann ikki metir tað er rætt at einskilja festijørðina. At kalla allur vinnuligur landbúnaður, sum finst í Føroyum í dag, mjólkarframleiðslan og nakrir garðar, har seyðahaldið er grundarlagið fyri rakstrinum, er á festigørðum.

Hann vísir eisini á, at stórur partur av festijørðini er ógvuliga smábýtt, eisini á útoyggjunum. Skilagott hevði verið, at savna festini í størri eindir, soleiðis at grundarlag hevði verið fyri vinnuligum landbúnaði á festunum. Í nýggjastu broytingini í lógini um landsjørð, var m.a. ein áseting gjørt, ið ger tað møguligt at selja festibrøv. Henda broyting er sambært Óla Jákup óheppin og óumhugsað, tá hon ikki tryggjar at festir verða samanløgd, men í staðin, sum nú er, at tey kunnu seljast sundurlutað.

Á útoyggjunum er jørðin primera náttúru tilfeingi, til tess at skapa inntøkumøguleikar og harvið tryggja lívsgrundarlag fyri búseting, tí er ein framskygdur landbúnaðarpolitikkur sera umráðandi, heldur Óla Jákup, og vísir á, at tað er neyðugt, at tað vera gjørdar ásetingar um skildur og rættindi til tann, sum eigur og umsitur jørð í Føroyum. Lykilsorðini í einari gagnligari broytin eru sambært Óla Jákup, bústaðarskylda og framleiðsluskylda. Men hetta krevur eitt gott og fakliga væl grundað arbeið frammanundan lógarbroytingum.

Tí er hansara áheitan á avvarðandi politiska myndugleika, embætisverk, bóndafelagið og viðkomandi áhugafeløg, at gera hetta viðkomandi arbeiði fyrst.

At enda metir hann, at tað má komast hartil í tí arbeiðinum, at tað bert verður áhugavert fyri tann, sum ætlar sær at búgva á og gagnnýta jørðina, at ogna sær jørð.

Glóðin kemur á gøtuna um hálvan februar, har kann øll greinin hjá Óla Jákup lesast.

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo