Tá bara tølini tosa

Tíðindi >>

Nú hevur aftur verið fokus á hagtøl og búseting. Eitt evnið, ið far okkum at hyggja at føroyska samfelagnum vit hagtalsbrillum. Í longri tíð hevur hetta ikki verið góður lesnaður, og vit hava staðfest, at vit missa nógv fólk til útlandið, og fáa ov fá heimaftur.

Í seinastu viku, setti ein av miðlunum so ljóskastaran á hagtølini fyri útjaðaran og útoyggjarnar, og í kjakinum, sum stóð av hesum, var m.a. ein niðurstøðan hjá serkønum í búskapi, at hetta er urbanisering, ein natúrlig gongd, ið ger, at útoyggjarnar mugu lúta, og at einki er meira natúrligt enn tað.

Hetta er ein undrunarverd niðurstøða, tí hvussu kann niðurstøðan vera øðrvísi, tá tað snýr seg um Føroyar sum útjaðara mótvegis útheiminum, og so okkara innlendis útjaðari mótvegis meginøkinum?

Hvat er so endamálið við at gera fyriskipanir, vísandi til frágreiðingina Fólkaflyting og fólkavøkstur, ið skal fáa fólk at støðast betur í Føroyum, og fáa fleiri at venda heimaftur? Er tað kanska slett ikki gjørligt, tí talan er um urbanisering, eina nátúrliga gongd, sum vit bara noyðast at síggja í eyguni?

Einaferð gjørdu vit eitt Útoyggjaálit. Hetta greinaði gongdina á útoyggj, og kom við tilmæli um hvat kundi venda afturgongdini í fólkatalinum. Nú 14 ár seinni, hyggja búskaparfrøðingar umaftur eftir hagtølunum og staðfesta, at fólkatalið enn fer dundrandi niðureftir.

Men hyggja vit samstundis eftir, hvat er hent á útoyggj hesi 14 árini, í mun til tilmælini í Útoyggjaálitinum, so mugu vit bara staðfesta, at ikki eitt einasta tilmælið er fylgt. Harafturímóti eru umstøðurnar versnaðar á flest øllum økjum. Gerandisdagurin er vorðin stravnari og ótryggari. Tí kunnu vit bara staðfesta, at ein partur av fráflytingini, er ein politisk skipa tilgongd, til frama fyri fráflyting.

Stutt sagt, hagtølini sum vísa stóru afturgongdina í útjaðaranum, vísa eisini, at politiska skipanin ikki hevur verið sína uppgávur vaksin, og framt tiltøk, ið hava ment útjaðaran, tvørtur í móti. At skapa umstøður í Føroyum fyri fólkavøkstri, skal eisini merkja ,at skapa umstøður í útjaðaranum, tí Føroyar eru alt landið.

 

 

 

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo