Útoyggja- og summarstevnan við Gjógv 21. juni

Tíðindi >>

Leygardagin 21. juni, verður Gjáar bygd vertur fyri spennandi útoyggja- og summarstevnu. Her sæst skráin fyri tiltakið.

Bussar koma at koyra úr Havn, Klaksvík, av Eiði og úr Funningi. Bussætlan og prísir verða lýstir her á síðuni í næstu viku...

Málið er, at øll sum ætla at fara til Gjáar leygardagin, sleppa so smiðligt aftur og fram sum til ber, tí hava vit setta bussar inn. Tey sum búgva í bygdini ella hava summarhús, fáa útflýggja koyripass, tí ikki er pláss fyri øðrum bilum í bygdini henda dagin.

Fríggjadagur 20. juni

18.00 Gjáargarður:
Kalt borð við føroyskum mati, kostnaður 245,- kr. pr. fólk. Børn 4-12 ár kr. 120.
Borðbílegging á tlf. 423171 el. info@gjaargardur.fo

18.00 Kampingøkið:
Pylsuvognur við pylsum, smurdum breyði o.ø. Søla av drekkivørum letur upp. (Gjáargarður skipar fyri)

Leygardagur 21. juni
9.00 - 11.00 Morgunmatur í tjaldi við Gjónna fyri gjáarfólk, útoyggjafólk og fyriskiparar.

11.00 - 12.00 Útoyggjafelagið hevur aðalfund á loftinum í bygdarhúsinum.

13.00 - 13.30 Stevnan verður sett uppi á Tjørnini. Heðin Zachariassen, býráðsformaður í Sunda Kommunu setur stevnuna. Ester Kristiansen syngur.

Matur og drekka
13.30 - 16.30 Ein smakkur av útoyggj - stórt sjálvtøkuborð í bygdarhúsinum og uttanfyri. Heitir og kaldir rættir av útoyggj, og leskiligir drykkir afturvið. Avmarkað pláss. Neyðugt at tekna luttøku frammanundan við at senda ein teldupost til: utoyggj@gmail.com: Kostnaður 300,-.
Matur-Viljin á Húsum og Útoyggjafelagið skipa fyri.

13.00 - Smurt breyð og vaflur í tjaldinum við Gjónna og um viðrar aðrastaðni í bygdini. Bygdarhúsfelagið skipar fyri.

14.00 - Drekkamuður, vaflur og søla av bókum frá forlagnum Ungu Føroyum í Ovara Hoygarði, Gjáarvegi 7, til frama fyri bygdarhúsið.

12.00 - Gjáargarður:
Vit grilla føroyskt lambskjøt uttanfyri og borðreiða við: Høvuðsrætti: Føroyskum grillaðum lambsháryggi við grønmeti, petit-eplum og soðsós kr. 245. Børn 4-12 ár kr. 120.
Omaná: Pannukøkur við heimagjørdum rabarbusyltutoyi og róma, kaffi/te, kakao el. sodavatn kr. 65.
Smurt breyð o.a.
Livandi tónleikur við Kristiani Blak, Angeliku Nielsen &
Sharon Weiss.
Ongin borðbílegging. Høvi er eisini at sita uttan fyri.

12.00 - Kampingøkið:
Pylsuvognur við pylsum, smyrjibreyð v.m. letur upp.
Søla av drekkivørum frá kl. 15.

14.00 - 17.30 Bál og pannukøkur í Gjónni. 20 kr.

16.30 - Útoyggjafelagið hevur kaffisølu og kunning við bygdarhúsið.

Framsýningar

10.00 - 20.00 Listaframsýning v/ Bárði Jákupsson. Í fjósinum hjá Bárði.

Bókaframsýning – bøkur eftir gjáarfólk. Í skúlanum.

Smoltframleiðslan við Gjógv – v/ Bakkafrosti. Niðri í Túni

Myndaframsýning: Gjáar bygd í menning. Í kjallaranum á Gjáargarði.

Ferðin upp á Búgvan v/ Herman Eysturoy. Í kallaranum á Gjáargarði.

16.30 - 20.00 Framsýning av myndlist v/ Mariu Hansen (Mia hjá Sørini), Fríðgerð B. Kjærbo, Bjørg Einarsdóttur Olsen o. ø. í bygdarhúsinum.

Summarhúsøkið verður víst fram.

Fyrilestrar og fundir

16.00 - 16.45 “Frá náttúruflýggjan til lánta vælferð”: Petur Jacob Sigvardsen heldur fyrilestur. Bóka- og fløgusøla.
Í Roykstovuni á Gjáargarði.

18.00 - 19.00 Fólka- og kjakfundur við røðum og sangi verður í Gjónni. Aftaná røðurnar verður orðið frítt. Lassi Klein skipar fundin. Viðrar ikki, verður tiltakið í bygdarhúsinum.
Í sambandi við fólkafundin skipar ein áhugabólkur fyri
spurnakanning um samferðslu o.a.

Tónleikur og framførslur

Kirkjan

10.00 - 10.45 Morgunlestur, urguspæl og floytuspæl v/Sólbjørg Símunarsson, Una Christiansen og Valborg Jónsveinsdóttur.

13.45 - 14.45 Sálmar eftir Petur Jacob Sigvardsen og Knút Olsen. Frágreiðing um altartalvuna.

15.30 - 16.00 Hanus G. Johansen. Sangir eftir Hans Jákup Glerfoss og
Bernhard Brim o.a.

17.00 - 17.30 Kingokórið úr Tjørnuvík syngur.

Kvøldseta í bygdarhúsinum

21.00 - 23.00 Konsert við: Fríðgerð B.Kjærbo, Jónsvein Olsen, Ester Kristiansen, Jens Aksel Heldarskarð og Jógvan Sámal Heldarskarð. Petur Jacob Sigvardssen lesur upp nýggja kvøðu til bygdina.
Felagssangur m.a. við nýggjum sangi hjá Fríðgerð B.Kjærbo.
Til seinast verður farið upp á gólv.

23.00 - 02.00 Fríður hugni...niðri í fjøruni (niðri í Kós).
Viðrar ikki, verður tað í bygdarhúsinum.

Gongutúrar og frásagnir

16.00 - 17.00 Gongutúrur í bygdini við frásøgn: Páll Sivertsen og Ásfinn Sigvardsen. Túrurin byrjar niðri á Brúgv.

Onnur tiltøk

14.00 - 14.00 Snorkling í vátdrakt í Gjónni: Anna Lovisa Joensen. 100.-kr.

09.00 - 13.00 Sigling við skjóttgangandi báti “Tornado”. 100,- kr.
Niðri í Fjøru. Gjómaður skipar fyri.

12.00 - 18.00 Síging (rapelling) og rennistrongur í Gjónni. 100,- kr. fyri síging, 200,- kr. fyri rennistrong og 250,- kr. fyri bæði.
Steðgur verður millum kl. 13.00 og 13.30.

16.30 - 17.30 Útimøti v/ Útimøtibólkinum.
Niðri í Túni.

13.00 - 18.00 Søla av smúkkum úr glasi, horni, perlum o.ø. Á Fornagørðum.

Tiltøk til børn
10.00 - 20.00 Tunnubátar á lítlafløtti, bambustráður og kanska gomul spøl.

12.00 - Fótbóltsvøllur, trambolin og søla av bommum og sundkist.
Á Lutastað.

14.00 - 17.30 Ponyríðing, 20,- kr.
Heimi á Rættini.

14.00 - 17.30 Bál og pannukøkur í Gjónni 20,- kr.

Sunnudagin 22. juni

11.00 - 12.00 Kirkjugongd

11.00 - 14.00 Gjáargarður:
Stórt sjálvtøkuborð á miðmála við alskyns køldum, flógvum rættum og omaná á kr. 195 pr. fólk, børn 4-12 ár kr. 120. Borðbílegging á tlf 42 31 71 el. info@gjaargardur.fo

Fyriskiparar: Gjáar bygd, Bygdarhúsið Gjáar Samkomuhús, Gjómaður, Sunda kommunu og Útoyggjafelagið

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo