Útoyggjafelagið í Vinnunevndini

Tíðindi >>

Í dag hava umboð fyri Útoyggjafelagið verið á fundi í Vinnunevndini, í samband við “Løgtingsmál nr. 100/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning (Flutningsskylda og útbjóðing)” Lógaruppskotið leggur millum annað upp til, at strika almennu flutningsskylduna til útoyggjarnar, sum í dag er staðfest í lóg. Á tann hátt  verður gjørligt hjá landsstýrismanninum, uttan forðingar, at útveita sjóvegis farleiðirnar.

Útoyggjafelagið hevur í fleiri førum, seinnu árini, víst á teir trupulleikar tað viðførir, at útveita samferðsluna til útoyggjarnar.

Nógvar orsøkir til at siga nei

Útoyggjafelagið vónar, at Føroya Løgting sær avleiðingarnar av hesum uppskoti, og vísir tað frá sær.

Niðanfyri eru nakrar av grundgevingunum fyri at siga nei!

1.        Ein góð og trygg samferðsla er fyrsta fyritreyt fyri at samfelagið virkar, eisini útoyggjarnar.

2.        Samferðslan liggur tryggast og best í almennum hondum, við ásettari flutningsskyldu, og tað besta er, um eitt minstamark fyri tænastu eisini er ásett.

3.        Tað er ikki uttan orsøk, at flutningsskyldan var ásett við lóg. Ótryggleiki og ótti kemur at valda á útoyggj, tá málið við samferðsluni ikki verður at røkja eina lívsneyðuga farleið, men at geva fíggjarligt avkast til eitt privat felag.

4.        Eitt privat ferðasamband manglar smidleika. Hetta prógvar Mykinesleiðin. Nógv fólk sleppa ikki í oynna, tí tað ikki er pláss, á fastløgdum túrunum. Restina av tíðini røkir báturin egin áhugamál.

5.        Økt virksemi á útoyggj fer at krevja meira smidleika og størri títtleika, og somu prísir, sum øll onnur í landinum gjalda. Ein privat farleið, fer at viðføra hægri prísir. Hetta hevur Mykinesleiðin eisini víst. *

6.        Títtleiki, hentleiki og prísir, eru avgerandi fyri menning av ferðavinnu á útoyggj. Verður siglingin latin á privatar hendur, er hetta í kapping við ferðavinnuna á útoyggj, serliga tí tað almenna tryggjar grundraksturin hjá tí sum røkir siglingina. Hetta er og verður ein kappingaravlagandi støða.

7.        Farmaflutningur er eitt sera avgerandi lið í samferðsluni. Hetta er ein partur av flutningsskylduni.  Hetta er eitt økið, ið má dagførast og bøtast um. Útoyggjarnar eru fámentar og tørva tí øðrvísi skipanir enn á meginøkinum, og privatisering er IKKI ein loysn.

8.        Fyri Útoyggjafelagið er tosið um útveiting, og avtøku av flutningsskylduni, tað saman sum, at samfelagið kastar ábyrgdina frá sær, og letur útjaðaran sigla sín egna sjógv. Hetta vil takað tilverugrundarlagi undan útjaðaranum.

*SSL vísir á, at orsøkin til at prísurin til Mykinesar fór upp í 2005, var, at rutan skuldi  bjóðast út, og eingin vildi hava hana, um prísurin ikki var hægri, tí kostar tað 120.- kr. til Mykinesar og 45 til Fugloyar.

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo