Útoyggjarnar vilja eisini hava ávirkan

Tíðindi >>

Útoyggjafelagið 10.august 2014

Til
Jacob Vestergaard
Landsstýrismaður í landbúnaðarmálum   
                                        
 

Útoyggjarnar vilja eisini mynda framtíðar landbúnaðarpolitikkin

Nú tað frættist, at settur er ein bólkur at gera uppskot til broytingar í lógini um landsjørð / landbúnað í Føroyum, vil Útoyggjafelagið gera vart við, at vit meta okkum verða ein sjálvsagdan  viðspælara í hesi tilgongdini. Tí harmast vit um, at landstýrismaðurin ikki  hevur  boði okkum við  í arbeiðsbólkin, ið settur er at viðgera avgerðadni spurningar í vinnuni. Hetta tí at broytingar í lógini helst kunnu fáa stóran týdning fyri vinnuligan landbúnað í Føroyum yvirhøvur og á útoyggjum í alstóran mun.

Fortreytirnar fyri vinnuligum landbúnaði í Føroyum, burtursæð frá mjólkarframleiðslu, eru ongastaðni betur enn á útoyggjunum, har nógv dyrkað lendi og uppland er varðveitt.

Aðalendamálið við broytingum í lógini um landsjørð má verða at skapa betur fortreytir fyri vinnuligum landbúnaði, fyri harvið at økja landbúnaðarframleiðsluna í Føroyum. Vit vilja fegin við okkara kunnleika til møguleikar og fortreytir fyri framtíðar vinnuligum landbúnaði á útoyggjum, sum náturliga og upplagt skal verða eitt endamál í lógini, geva okkara íkast til eitt komandi uppskot til broytingar í lógini um landsjørð.

Við vón um jaliga og játtandi móttøku av hesum ynski.

Vinarlig heilsan

Óla Jákup úr Dímun, formaður

 

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo