Útoyggjastevnan 2014 í øðrvísi hami

Tíðindi >>
Summarstevnan í uttasta útjaðara” – er heitið á Útoyggjastevnuni í ár, sum verður hildin við Gjógv.

Leygardagin 21. juni verður Gjáar bygd karmur um summarstevnuna í úttasta útjaðara. Henda dagin verður sett fokus á Gjáar bygd sum heimstað, sum mentanar bygd, og sum eitt av økjunum í útjaðaranum, ið tørvur er á, at taka hond um.

Tað er Útoyggjafelagið, saman við Gjáar bygd og Sunda kommunu, ið hava tikið stig til hetta tiltak.

Í staðin fyri árligu útoyggjastevnuna, hevur Útoyggjafelagið í ár valt, at taka eitt tak saman við einari av bygdunum í uttasta útjaðara, á meginøkinum, samstundis verður boða frá, at Útoyggjastevnan næsta ár, verður í Skúgvi.

Tiltakið við Gjógv, er grunda á eitt samstarv millum útoyggjarnar og Gjáar bygd, í einari verkætlan nevnd: luttøka og íverksetan. Tað var í hesum samstarvið, at hugskotið kom, at gera eitt felags átak við Gjógv í summar.

Tiltakið við Gjógv, verður skipað á sama hátt, sum útoyggjastevnurnar, og endamálið er tað saman, navnliga, at seta fokus á teir møguleikar og tær forðingar, sum tað er at vera fjarskotin bygd í Føroyum. Skrái fer at fevna um fólkafund, mat og mentanartiltøk, framsýningar, undirhald og dans.

Gjáar bygd er, í mun til útoyggjarnar, ein av bygdunum, ið er bundin upp í vegakervið á meginøkinum. Men hóast tað, so er Gjáar bygd líka illa fyri, hvat viðvíkir fólkavøkstri og fólka samanseting. Fólkatalið við Gjógv er 31 og miðal aldurin liggur um 63 ár. Hetta kann samanberast við Svínoy, har tað eisini búgva 31 fólk, men miðalaldurin er 53 ár. 

Skulu útoyggjarnar og bygdir sum Gjógv hóra undan í kappingini um búseting í Føroyum, er tørvur á, at politiska skipanin viðurkennir seg hesi økið, og er sinnað at taka tey neyðugu tøkini, fyri at skapa livilíkindi.

Í kjakinum um útjaðaran, verður ofta tikið til, at talan er um eina ”natúrliga gongd”, men fyrireikararnir av tiltakinum við Gjógv, siga, at hetta er ein natúrlig gongd, sæð í mun til tær skerjingar, í tænastunum, ið hesi samfeløg eru útsett fyri.

Gjáar bygd er vorðin ein summar bygd. Túsundtals fólk leita sær til Gjáar um summarið, at njóta tað vøkru náttúruna. Bussar koma í stríðum streymi, og Bygdaleiðir koyra nógvar túrar dagliga. Tá veturin kemur, og tjøldrini flogin, eru eingin bussleið. Farast skal um Gjáar skarð í ódn og hálku. Tað er eingin skúli, eingin handil ella aðrar tænastur á staðnum.

Tað eru fleiri arbeiðspláss við Gjógv, men fólki kemur av bygd til Gjáar at arbeiða, eins og gjáarfólk, fara av bygdini til arbeiðis aðrastaðni. Mong vilja tulka hetta, sum tann natúrliga gongdin, tí eingin tímir at búgva við Gjógv. Men áhugin fyri summarhúsum/ heilárshúsum er stórur, og grundar júst á áhuga fyri bygdini.

Gjáar bygd hevur nógvar møguleikar at mannast, eins og nógvar aðrar bygdir í útjaðaranum. Men føroyska samfelagið avskrivað hesar møguleikar, og brúka tí lítil orku til at skipa ein útjaðara politikk, ið er megnar at skapa vøkstur í hesum økjum.

Hetta er júst sami trupulleiki, sum útoyggjarnar hava at dragast við. Skert ferðasamband og skerdar tænastur á øllum øðrum økjum. Frá politikari síðu, tykist lítil áhugi fyri at síggja hesi økið sum neyðugar búsetingar, ið eru týdningarmikilar fyri landafrøðiligu støðu Føroya, ið er eitt so lítið land, og týdningarmiklar fyri okkara mentan og samleika.

Uttasti útjaðarin hevur alstóran týdning fyri menningina av landinum, tí eitt land mennist ikki, um allir íbúgvar liva undir somu treytum og somu avbjóðingum. Avtofta vit tann uttasta útjaðaran, verður útjaðarin bert fluttur longur inn í móti meginøkinum. Tað vil økja um fráflytingina úr Føroyum, og gera tað minni áhugavert at flyta til Føroyar.

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo