Útoyggjastevnan 2017 á Húsum og Syðradali

Tíðindi >>

17. juni 2017 verður 16 útoyggjastevnan hildin í Kalsoynni. Bygdirnar Syðaradalur og Húsar eru vertur fyri stevnuni í ár. Stevnan 2017 verður eins og tær undanfarnu, merkt av lokalum tiltøkum, álvara og gaman.

Stevnan byrjar á Syðradali, har tað verður morgunmatur og aðalfundur hjá Útoyggjafelagnum. Síðani verður hildið fram á Húsum, har gongutúrar, frásagnir í bygdini, togtogan o.a. er á skránni.

Matur og drekka kann keypast og samferðslan verður skipað best møguligt. Skrá og ferðaætlan verða kunngjørd seinni.

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo