Útoyggjastevnan 2018 í Svínoy

Tíðindi >>

16. juni verður árliga útoyggjastevnan hildin í Svínoy. Bygdafólki, saman við fólki knýtt at oynni, eru farin til verka at fyriskipað. Sum skilst verður nógv á skránni, bæði til gaman og álvara.

Aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum verður hildin sama dag í Svínoy.Útoyggjafelagið fyriskipar eisini verkstovu og fund um íverksetan og vinnuligt virksemi á útoyggj.

Ritan kemur at sigla allan dagin, og tað verður skipa soleiðis, at øll, ið ynskja at koma til og frá oynni henda dagin, sleppa tað.

Skrá fyri stevnuna og ferðaætlan verður kunngjørt so skjótt sum hetta er tøkt.

Fyrispurningar viðvíkjandi stevnuni kunnu sendast til: utoyggj@gmail.com

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo