Væl komin á Útoyggjastevnu í Skúgvi 4. juli 2015

Tíðindi >>

Skráin er ikki endalig, men tit sum koma, fáa uttan iva eina góða uppliving, saman við góðum mati og nógvum góðum fólki:)

Dagurin byrjar við morgunmati kl. 10. og kl. 11 verður aðalfundurin hjá Útoyggjafelagnum hildin.

Stevnan verður sett kl. 13. Eftir hetta kemur ein røð av tiltøkum, alt frá togtogan, kappingum á vøllinum, túrar í bygdini og Norður á Dal. Framsýning av bjargaútgerð, framsýning av postbátinum, kondi Bingo o.a.

Eingin nýtis at ganga svangur ella tystur, tí tað verða fleiri matsølur, søla av búffum v/tilhoyr, vatn, øl og vín.

Tá skýmingin kemur verður bál, felagssangur og dansur í tjaldinum:)

Øll eru hjartaliga væl komin!

Sildberin siglir eykatúrar, ferðaætlanin verður kunngjørd seinni. Um tað verður siglt úr Havn, verður tað eisini kunngjørt.

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo