Væleydna stevna á Syðradali og Húsum

Tíðindi >>

Nú summari er farið at hallað, ferðast hugurin aftur á tað sum er hent í summar. Fyri Útoyggjafelagið, og tey sum búgva á útoyggj, er Útoyggjastevnan eitt av hæddarpunktunum. Hvussu eydnaðist stevnan? Hvussu var veðrið? Hvussu nógv fólk vóru? Var tað hugnaligt? eru ofta settir spurningar.

Spurningarnir verða bert svaraðir av teimum, sum tóku lut. Í ár var luttøkan ikki so stór sum onnur ár, men nóg stór til at skapa eina góða stevnu, tí flest øll vóru væl nøgd við tiltakið.



Á Syðradali var móttøkan serstakliga góð. Har var alt bygdafólki í sving. Góður morgunmatur, fleiri tiltøk, og allar dyr vóru opnar.

Á Húsum eydnaðist dagurin eisini sera væl, bæði í álvara og gaman. Eitt av hæddarpunktunum er sum altíð togtoganin. Ikki var lætt at fáa manning frá øllum útoyggjunum, men Kalsoy og Fugloy vóru sum altíð væl við, og kappingin gjørdist tí sera spennandi. Kalsoyingar vunnu steypið, bæði fyri kvinnu og menn.

Ikki er enn greitt, hvar stevnan verður næsta ár, møguliga í Svínoy, ella í Mykinesi. Hetta verður kunngjørt, so skjótt vit vita tað.

 

Aftur






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo