Um Felagið

Felagið hevur sum endamál at menna útoyggjarnar, í hesum sambandi hava vit m.a. sett okkum fyri, at skipa fyri tiltøkum, verkætlanum og øðrum virksemi, ið kann føra til økt virksemi, trivnað og betur umstøður at búleikast á útoyggj.

Avmarkaða fíggjarstøða ger at felagið í stóran mun virkar frá mál til mál, vit kunnu ikki leggja fastar ætlanir, tí vit ikki kenna fíggjarstøðuna tað komandi árið. Fíggjarliga grundarlagið byggir á eina veiting frá Innlendismálaráðnum, har vit á hvørjum árið søkja stuðul av játtanini til menning á útoyggj, henda upphædd liggur millum 100 og 260 túsund krónur árliga, ið felagið fær at reka virksemi fyri.

Felagið brúkar ein part av arbeiðsorkuni, til at samskiftað við almennar stovnar um ábøtur á tænastustøðið, umframt at felagið arbeiðir við fleiri verkætlanum og tiltøkum, utoyggjunum at frama. Dentur er lagdur á verkætlanir, ið kunnu skapa størv, umframt at skipa tiltøk, ið styrkja samleikan og skapa trivnað á útoyggj.  

Felagið var stovnað í 2001, og hevur skipað hópin av tiltøkum øll hesi árini, alt frá útoyggjastevnum til ráðstevnum, skeið og verkstovum.

 

 






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo