Viðtøkur:

Útoyggjafelagið var stovnað í desember 2001

§ 1 Navn og heimstaður
Stk. 1. Navn felagsins er Útoyggjafelagið. Bústaður felagsins er Føroyar, men postbústaðurin er har formaðurin býr, um ikki annað er tilskilað.

Stk. 2. Útoyggjafelagið er ein áhugafelagsskapur, ið skal arbeiða sambært teimum í § 2 nevndu endamálum.

§ 2 Endamál
Stk. 1. Endamálið hjá felagnum er at virka fyri betri umstøðum hjá teimum, ið búgva á útoyggj á øllum økjum. Í hesum arbeiði skulu sereyðkennini og ynskini hjá fólkinum í hvørjari einstakari oyggj hava ein týðandi leiklut.

Stk. 2. Útoyggjafelagið skal áhaldandi vísa myndugleikunum á, at útoyggjarnar eiga fullan rætt til eins góðar umstøður sum onnur pláss og øki í landinum.

Stk 3. Fyri at náa omanfyrinevnda endamáli skal felagið virka fyri
1. at økja um innanhýsissambandið millum tey, ið búgva á útoyggj, geva íblástur til nýhugsan, eins og møguleika at læra av royndum hjá hvørjum øðrum.
2. at birta uppundir og bøta um sambandið við privatar og almennar stovnar til fyrimun fyri úoyggjarnar.
3. at varðveita og økja talið av búføstum borgarum og varðveita oyggjarnar sum heilársbúsettar, búskaparliga sjálvberandi lokalsamfeløg.
4. ídnaðarfremjandi tiltøkum og eftir førimuni hjálpa og vegleiða útoyggjafólki við verkætlanum, sum skapa arbeiði og virksemi á staðnum.
5. at reka kunningarvirksemi, sum kann vekja áhugan og vitanina um støðuna hjá útoyggjunum, teirra fyrimunum, møguleikum og tørvi.
6. at ávirka myndugleikarnar til tess at bøta um undirstøðukervið, herundir eisini samskifti, og skapa góðar karmar fyri vinnuligum virksemi.
7. at tryggja, at útoyggjarnar verða tiknar við uppá ráð, tá ið politiskar avgerðir verða tiknar, sum t.d. at leggja almenn arbeiðspláss á útoyggjum.

Stk. 4. Útoyggjafelagið kann eftir áheitan frá einum ella fleiri kommunustýrum arbeiða við uppgávum, ið felagið og kommunustýrið/-ini verða samd um at viðgera og loysa í felag, og/ella felagið kann heita á kommunustýrið um samstarv um ávís evni.

§ 3 Limaskapur
Stk. 1. Limir kunnu tey verða, ið búgva á hesum oyggjum og avbyrgdu bygdum: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Stóru Dímun, Skúvoy, Hesti og Koltur.

Stk. 2. Einstaklingar, feløg og stovnar, ið hava heimstað aðrastaðni enn í teimum í stk. 1 nevndu oyggjum, kunnu gerast stuðulslimir uttan atkvøðurætt.

Skipan av felagnum

§ 4 Bygdardeildir
Stk. 1. Limirnir í hvørjari bygd sær skipa seg í bygdardeildir.
Stk. 2. Bygdardeildin hevur ársaðalfund í seinasta lagið 4 vikur áðrenn aðalfundin. Formaðurin kallar inn til fundin, ið skal vera lýstur í minsta lagi 14 dagar frammanundan.
Stk. 3. Ársaðalfundurin velur leiðslu, ið skipar seg sjálv.
Stk. 4. Ársaðalfundurin velur við skrivligari atkvøðugreiðslu eitt umboð at umboða felagið í umboðsráðnum. Allir fastbúgvandi borgarar, ið eru myndugir, hava rætt at stilla upp.
Stk. 5. Eykaársaðalfundur skal haldast, tá ið í minsta lagi 1/3 av limunum krevja tað.

§ 5 Umboðsráð
Stk. 1. Umboðsráðið er hægsti myndugleiki felagsins millum aðalfundirnir.
Stk. 2. Umboðsráðið er mannað við ein umboði úr hvørjari bygd, og tekur við, tá ið ársaðalfundur felagsins verður setttur.
Stk. 3. Umboðsráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.
Stk. 4. Tá ið atkvøtt verður, hevur hvør oyggin fýra atkvøður.

§ 6 Starvsnevnd
Stk. 1. Felagið verður stýrt av eini 3 manna starvsnevnd, sum verður vald av aðalfundinum saman við 2 tiltakslimum. Í samráð við umboðsráðið skal nevndin tryggja, at tær í § 2 nevndu uppgávur verða útintar í verki.

Stk 2. Ongar avmarkingar eru fyri, hvør kann veljast til starvsnevndarlim. Tó kann umboðsráðslimur ikki vera limur í starvsnevndini. Aðalfundurin velur ein av nevndarlimunum til formann og ein til næstformann.

Stk 3. Formaðurin myndar felagið og hevur ábyrgd yvir fyri nevndini og umboðsráðnum av rakstri felagsins.

Stk. 4. Nevndin hevur fund so ofta tað verður hildið neyðugt til at taka sær av teimum uppgávum, sum felagið hevur. Formaðurin kallar inn til fund, tá ið hann heldur tað vera neyðugt sjálvur, ella tá ein av nevndarlimunum biður um tað.

Stk. 5. Nevndarfundur kann verða hildin, tá ið fleiri enn helmingurin av nevndini er møtt. Stendur atkvøðugreiðsla á jøvnum, ræður atkvøða formansins.

Stk 6. Felagið verður teknað av formanninum saman við formanninum í umboðsráðnum.

Stk. 7. Um neyðugt kann nevndin søkja sær serkøna hjálp, eins og hon kann seta verkætlanarleiðara, sí § 8 stk 3.

§ 7 Aðalfundur
Stk. 1. Ovasta vald felagsins er aðalfundurin. Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í seinasta lagið í juli mánaða.

Stk. 2. Rætt at møta á aðalfundi hava allir limir felagsins. Rætt at luttaka í atkvøðugreiðslu hava bert umboðsráðslimir; atkvøðugreiðsla fer fram sambært regluni í §5 stk. 4, sí tó §10 stk. 1.

Stk. 2. Formaðurin í umboðsráðnum kallar inn til aðalfundar við almennari lýsing við fundarstað, -tíð og -skrá eina viku undan fundinum. Umboðsráðslimir skulu eisini fáa skrivliga, persónliga innkalling, ið - saman við roknskapi og rakstrarætlan - skal vera teimum í hendi minst 14 dagar framman undan fundinum. Miðjast skal ímóti at aðalfundurin verður hildin á skift á útoyggjunum.

1. Val av fundarstjóra
2. Val av fundarskrivara
3. Framløga og góðkenning av nevndarfrágreiðing frá farna ári
4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi
5. Góðkenning av nýggjum umboðsráðslimum
6. Val av formanni og næstformanni
7. Val av 3 nevndarlimum og 2 tiltakslimum
8. Val av grannskoðara
9. Viðgerð og góðkenning av rakstrarætlan
10. Innkomin mál skulu verða innkomin áðrenn 1. apríl.
11. Ymisk.

Stk. 3. Val av formanni og (tiltaks-)nevndarlimum skulu fara fram við skrivligari atkvøðugreiðslu. Krevur eingin limur naka annað, kunnu annars avgerðir verða tiknar við hondsupprættan.

Stk. 4. Ársaðalfundurin er altíð viðtøkuførur, tá ið hann er lógliga lýstur. Allar samtyktir á aðalfundi verða greiddar við vanligum meirluta grundað á regluna í §5 stk. 4.

Stk. 5. Eykaaðalfundur kann haldast, tá ið tveir starvsnevndarlimir ella 1/3 av umboðsráðslimunum biða umboðsráðsformannin um tað. Innkallingin til eykaaðalfund skal lýsast í seinasta lagi 10 dagar eftir at umbønin er móttikin, annars verður farið fram sum á aðalfundi.

§ 8 Fíggjarligt grundarlag
Stk. 1. Fíggjarliga grundarlag felagsins byggir á limagjaldið. Limagjaldið verður ásett á árliga aðalfundinum. Umframt limagjald verður felagið fíggjað við stuðuli frá løgtingi, stovnum o.ø.

Stk. 2. Limagjaldið frá limunum verður kravt eina ferð um árið beint eftir aðalfundin.

Stk. 3. Felagið skal umframt omanfyri nevndu fígging eisini byggja sítt virksemi á verkætlanarfíggingar, sum tó skulu haldast atskildar frá vanliga rakstri felagsins.

§ 9 Roknskapur
Stk. 1. Roknskaparárið er álmanakkaárið. Tað fyrsta tó frá stovnan og til 31/12-2002.
Stk. 2. Nevndin leggur grannskoðaðan roknskap fyri aðalfundin til góðkenningar. Grannskoðaði roknskapurin saman við rakstrarætlan skal verða limunum í hendi saman við aðalfundarinnkallingini minst 14 dagar áðrenn fundin.

§ 10 Broytan av viðtøkum og avtøka av felagnum
Stk. 1. Uppskot til viðtøkubroyting skal verða nevndini í hendi minst ein mánaða áðrenn aðalfundin, tá ið tað skal leggjast fram. Broytingaruppskotið skal sendast limunum saman við innkallingini.

§ 11 Avtøka av felagnum
Stk. 1. Til tess at avtaka felagið ella broyta hesar samtyktir krevst at 2/3 av limunum eru møttir á aðalfundi, og at 2/3 av teimum møttu atkvøða fyri. Eru ikki 2/3 møttir, kann broytingaruppskotið takast uppaftur á eykaaðalfundi og fær tá gildi við 2/3 meirluta, sama hvussu nógvir limir eru møttir.

Stk. 2. Verður felagið avtikið skal avtøkustjóri veljast. Eru ognir eftir, tá ið allir kravánarar hava fingið sítt, verður avlopið lutað til tær kommunur, ið eru fevndar av felagnum, tann dag felagið verður avtikið, soleiðis at býtt verður eftir fólkatalinum pr. 31. des. árið fyri.

Soleiðis samtykt á stovandi aðalfundi tann 13/12-2001

Fundarstjóri
Bjørn Patursson

Nevnd:
Óla Jákup úr Dímun
Katrina Johannesen
Olga Biskopstø






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo