Mentanarsøgulig landsløg (Fugloy)

Útoyggjafelagið hevur síðani Útoyggjaálitið var skrivað, arbeitt við at fáa gongd á verkætlanina "Mentanarsøgulig landsløg", og alla tíðina hevur verið ætlanin, at byrja úti í Fugloy. Men felagið hevur ikki havt orku til at fara undir hetta arbeiðið, serliga tí hetta er arbeiðskrevjandi, og tí neyðugt at onkur tekur sær av tí fyrireikandi arbeiðinum, og verður løntur fyri tað. 

Nú meta vit tó at stundin er komin, at seta hol á hesa verkætlan. Umstøðurnar á útoyggj tykjast bara at versna, og skal nakað gerast, má tað vera nú. Málið er, at verkætlanin verður liðugt orðað og fólk sett á ymiksu uppgávurnar áðrenn heystið kemur. Fyrst í komandi árið, verður farið undir tann praktiska partin, og vóna vit til tað tíð, at hava fingið fígging, í øllum fyrsta part av verkætlanini. 

Útoyggjafelagið leggur stóran dent á, at verkætlanin verður skipað í tøttum samstarvið við fólki í oynni. Tí verða fundir, har øll áhuga verða boðin við. Fugloyar kommuna verður somuleiðis við, frá byrjan av.

Málið við verkætlanini er at skapa arbeiðspláss, serliga í samband við ferðavinnu. Men ein annar og umráðandi partur er skúli, skeið og annað fakligt virksemi. Sum ringar í vatninum, koma størv innan tænastuvinnuna, og við hesum betur umstøður, at lívbjarga sær í oynni. Langtíðar málið er, at skapa trivnað og harvið størri áhuga fyri búseting.  


Yvirksipað um verkætlanina.

Mentanarsøgulig landsløg
Fráflytingin av útoyggjunum hevur ført við sær, at umhvørvið ikki eru umskapt, ella tillagað teimum broytingum ið eitt nútíðmans samfelag krevur. Bygdaløgini á útoyggjunum eru tí í stóran mun varðveitt, og harvið eru søga og mentan serliga sjónlig í umhvørvinum. Hetta er í dag eitt tilfeingi, ið útoyggjarnar eiga at gagnnýta.

Útoyggjafelagið arbeiðir við ymiskum verkætlanum, ið hava sum endamál at styrkja búsetingina á útoyggjunum, at skapa samstarv millum útoyggjarnar og trivnað í teimum einstaku bygdunum. Ein av hesum ætlanum er ”mentanarsøgulig landsløg”.

Verkætlanin ”mentanarsøgulig landsløg” er enn á byrjunarstøði, men hóast tað, so er málið við ætlanini greitt. Ùtoyggjarnar skulu nýta tað mentanarsøguliga landslagið sum tilfeingi. Fortíð og nútíð skulu sameinast við at endurskapa søgulig umhvørvi, mentan og handverk og nýta tað í undirvísing og í nýggjari vinnu á útoyggjunum.
Hugskotið er borið fram í Útoyggjaálitinum, og har sum málið er umrøtt á útoyggjafundum, hevur undirtøkan verið sera góð.

Endurreisn og gagnnýtsla
Endurreisn av søguligum umhvørvi og handverki, er høvuðsevnið. Tað er eingin loyna, at talan er um eina sera stóra verkætlan, ið fer at fevna yvir fleiri ár. Men ætlanin er, at hon skal setast saman av nógvum smáu tiltøkum, sum við tíðini vera skipaði í eina heild.
Vit fara at leita eftir, finna, endurreisa og geva gloymdum, illa farnum og mistum søguligum skattum endurreisn. Vit vilja endurreisa søgulig bygdaumhvørvi, gamlar handverkstraditiónir innan træ, jarn, grót, ull og matvøruframleiðslu v.m. Talan er bæði um búnyttir og brúkslist, framleiðslu av amboðum og øðrum handverki, m.a. í samband við húsabygging, bátabygging v.m.
Útoyggjarnar eiga eitt tilfeingi, sum á henda hátt kann gangnýtast til at skapa vinnu og virksemi og harvið betri livilíkindi á útoyggjunum.
 
Útoyggjar skulu ikki vera søvn
Tað er ikki talan um at gera útoyggjarnar til ”forngripasøvn”, men tvørturímóti at skapa eitt virki umhvørvi, har skúlaungdómur, ferðafólk o.o. kunnu koma og fáa frálæru við at taka lut og fáa kunning um elligamlan siðaarv og handverk, á ein nýmótans hátt og við nýggjari tøkni. Partvíst sum lið í einum ”fólkauniversitet” ella ”setursskúla” og partvíst sum lið í einari ferðavinnu, ið tekur støði í virkni og avbjóðingum. Heimavirkið og annar ídnaður eru eisini upplagdir fyrimunir, og tiltøkini vera ymiskir frá oyggj til oyggj.

Fyrireikandi arbeiðið
Sum sagt, so er verkætlanin er ikki komin so langt ávegis, og tí ber ikki til at greina hana út í smálutir. Men talan er um eina arbeiðsætlan, ið fevnur um fornfrøði, fólkalívsfrøði, samfelagsfrøði, vinnumenning, samskifti/kunning o.sfr., og tí vera m.a Landsverkfrøðingurin, Føroya Fornminnasavn, Fróðskaparsetrið, Granskingardepilin fyri Økismenning og aðrir viðkomandi stovnar boðnir við sum samstarvspartar, og serfrøði verður eisini fingin til vega úr okkara grannalondum.

Hjartatátturin
Tørvur verður á fakkunnleika og luttøku frá ymiskum samstarvspørtum, men hjartatátturin í verkætalnini skal vera luttøkan frá bygdafólkinum. Tað er Útoyggjafelagið, sum tekur initiativið, men arbeiðið skal gerast í samstarvið millum Útoyggjafelagið, kommunustýrini og tey, sum búgva í oynni.

Fígging
Fyrireikandi arbeiðið er byrjað, og umsóknir um fígging vera fyrireikaðar, m.a. verður søgt um fígging frá grunnum, stovnum og privatum virkjum. Tað verður neyðugt, at verkætlanin fær góða undirtøku, soleiðis at tað umframt peningin úr Norðurlendskum grunnum eisini verður gjørligt at reisa pening her í Føroyum.

Í samráð við Fugloyar kommunu, verður byrjað í Fugloy. 

Sum frá líður, so verður ætlanin lýst nærri og útoyggjafelagið fer at kunna um gongdina í arbeiðnum á heimasíðu felagsins og í Glóðini.
____________________________________

Tann stóra fráflytingin av útoyggjunum hevur gjørt, at hesi pláss í landi okkara ikki eru umskapt, ella tillagað teimum broytingum í bygdaumhvørvinum, ið eitt modernað samfelag viðførir. Bygdarløgini á útoyggjunum eru í stóran mun varðveitt og harvið eru søga og mentan serliga sjónlig í umhvørvinum.

Tó skal sigast, at  tað í lítlan mun er talan um tilvitaða varðveiting og tí er ymiskt frá oyggj til oyggj, hvussu nógv av mentanarsøguliguliga tilfeinginum er tøkt, og í hvørjum standi tað er.






 


 

Sniðgeving og forritan: cre8.fo