Endaliga tilmeldingin til ráðstevnuna hjá Útoyggjafelagnum

Oct 2, 2026

Ráðstevnan fyri limum felagsins, verður hildin í Klaksvík, 6.-8. novembur. Luttakararnir gista á Hotel KG. Skeið og fyrilestrar verða hildnir í skúlanum Rótin. 

Gjaldið fyri hvønn luttakara er kr 2.000,-. Tá er alt uppihald íroknað, umframt skeiðini.

Leygardagin verða skeið, sum ganga samstundis. Tískil skulu vit, sum luttaka, velja eitt fyrrapartin (Fyrstahjálp ella prýðisbøting) og eitt seinnapartin (Fyrstahjálp, knívabrýning ella súlting & reinføri). Vel verkstovu við at senda ein teldupost til: utoyggj@gmail.com

Endaliga tilmeldingin til tiltakið verður skrásett saman við gjaldinum á kr 2.000,- 

Gjaldið skal flytast á konto 9865 -1024528

Freistin at tekna seg til tiltakið er 10. oktobur

Eru ivamál ella spurningar, eru tit altíð vælkomin at ringja til formannin, Jóanis í Hoygarðinum tlf. 229868


SKRÁIN:

Fríggjadagin 06.11

15.00 - 18.00
Innskriving

18.00 - 19.00:
Døgurði

20.00 - 22.00:
Íverksetan

  • Íverksetarahúsið
  • Mat & Tilfeingishúsið -íverksetan í síni heild
  • Framløga hjá Gunnhild og Kára úr Kongsstovuni í Haraldssundi: "Leyp út í tað - at síggja og brúka møguleikar og brúka teir. Hvat skal til, fyri at seta í verk."

22.00 -   
Hugni


Leygardagin 07.11

07.00 - 08.30
Morgunmatur

08.30 - 12.30

  • Fyrstahjálp : Sár, hjartastartari og stabilisering og annað
  • Prýðisbøting v/ Erlu Matras : Nýnýstla og endurnýstla av tekstili í breiðari merking

13.30 - 16.00

  • Fyrstahjálp : Eldur
  • Dánjal Petur Jensen: Røkt og hvessing av knívum. Her er gott, um luttakarar hava knív við sjálvi                 
  • Jóhanna á Tjaldrarfløtti: Súlting og reinføri. Stutt framløga um súlting og matvørureinføri. Síðani í køkin at súlta.

18.00 - 20.00:
Døgurði

20.00 -
Kvøldseta, har vit umrøða livigrundarlagið á útoyggjunum.


Sunnudagin 08.11

08.00 - 10.00
Morgunmatur

10.00 - 12.00
Pallborðsfundur. Politisku flokkarnir luttaka. Vit ynskja at hoyra teirra hugsjónir um útjaðaran.

12.00 -
Ábit – takk fyri


Ráðstevnan verður 6-8. novembur í Klaksvík