Fyri stuttum, vóru fýra umboð fyri Economusée verkætlanina á kunningarferð í Quebec í Kanada. Málið var partvíst at leggja seinastu hond á arbeiðið við at skipa Economuée netverkið millum Economusée Kanada og Economusée Evropa, partvíst at geva nýggjum luttakandi innlit í verkætlanina og at geva einum av luttakarunum høvi, at fáa starvsvenjing hjá kendum kanadiskum smiði.
Luttakandi á ferðini vóru Olga Biskopstø, leiðari av føroyska partinum, Mikkjal Joensen, Trøllanes, ið stendur fyri Economusée tiltakinum, Mikkjal smiðja á Trøllanesi, Abraham Mikladal, ið umboðar Economusée Ullvirkið í Klaksvík, umframt John Eysturoy, umboðandi føroysku ferðavinnuna.
Um ferðina
Tann 10´inda apríl, gekk leiðin til Montreal, har 20 luttakarar og umboð fyri Economusée Evropa savnaðust, hesir luttakarar vóru úr Grønlandi, Norra, Íslandi, Jamtlandi, Norður Írlandi og Føroyum. Fyrst var farið var við bussi úr Montreal til Quebec City. Á leiðini vitjaðu vit trý ymisk Economusée.
Tað fyrsta var “Slumping Glass Economusée” , eitt virkið, ið framleiðir alskyns lutir úr glasi, líka frá vindeygum, til smáar príðislutir. Tað næsta var “Vine & Vine making Economusée”, hesi framleiddu vín, undir sera truplum viðurskiftum, orsaka av kanadiska veðurlagnum, men hetta eydnaðist til fulnar og úrslitið var eitt serstakt væl umtókt vín. Tað seinasta henda dagin var “Bronze Economusée”, ið var eitt lítið bronzu stoyparí, ið framleiddi lutir úr bronzu, eitt gamalt handverk, har standmyndir og prýðislutir vóru høvuðsevni.
Næsta dagin gekk leiðin norður eystur, úr Quebec City. Leiðin gekk fyrst til “Cheese Making Economusée”, ið var eitt lítið ostavirkið. Hetta virkið var um at detta niður fyri, orsaka av kappingini frá stóru framleiðarunum, men vit at gerast eitt Economusée, ið vísir ferðafólki hvussu ostur hevur verið framleiddur í Kanada í øldir, fekk virkið aftur framburð, og í dag kastar tað nógv av sær.
Næsta virkið var “Paper Making Economusée. Hetta var fyrsta Economusée og sostatt flaggskipið í verkætlanini. Hetta virkið framleiðir pappír úr bummull. Tað eru mest listafólk, ið leggja dent á góðskuna á pappírinum, ið eru kundar her, men Economusée verkætlanin, bjargaði hesum virkið frá at fara av knóranum. Úrslitið er í dag, at økið hevur varðveitt eitt lokalsøguliga handverkið umframt at hópur av ferðafólki leitar til virkið í fjarskotnu bygdini, og tað gevur avleitt virksemi.
Aftaná pappírsvirkið, var vitja á Woodworking Economusée. Eitt virkið, ið ein kendur kanadiskur listamaður stovnaði. Her verður træskurðar handverkið víst fram, og umframt ferðafólk, dregur hetta serliga skúlaungdómar og listafólk til sín.
Til seinast henda seinna dagin, var vitja á Honning Economusée. Enn eitt virkið, ið við hjálp at Economusée verkætlanini er vaksi so stórt, at tað nú hevur fleiri deildir kring landið. Her verður víst hvussu hunangs framleiðslan fer fram, og hvussu nógvar vørur kunnu framleiðast úr rávøruni, hunangur.
Tey seinastu Economusée vit vitjaðu vóru Herbalism: essential oils Economusée, og Liquor Making. Herbalism, var eitt virkið, ið framleiðir oljur úr plantum. Alt var vistfrøðiligt, og tað var sera áhugaverd at síggja, hvussu eitt so lítið virkið langt burtur frá alfara vegi, hevur vunnið sær hevd. Á Liquer virkinum, var tað søgan, um faðirin og hansara døtur, ið var so hugtakandi. Faðirin hevði røtur í fronsku vín og likør vinnuni, tí hansara forfedrar vóru vín bøndur. Hann var sjálvur føddur og uppvaksin í Kanada men vildi gera eina roynd upp á at framleiða vín. Hann fór at dyrka sólber, ið als ikki var ein kend frukt í økinum. Tað eydnaðist honum at framleiða vín, men tað var bert í smáum nøgdum. Døtur hansara høvdu hoyrt um Economusée, og setti seg í samband vit hetta tiltak. Í dag livir øll familjan av hesi framleiðslu og hevur vunnið fleiri prísir fyri góðsku og kreativitet.
The soap man
Pierre Pelletier verður millum manna nevndur “the soap man”. Hann eigur virkið Olivier sum er eitt kent sápuvirki. Pierre byrjaði sum sápumakari í køkinum hjá sær sjálvum. Síðani bleiv hann bergtikin av Economusée tiltakinum og søkti um luttøku. Síðani tá, hevur tað gingist honum sera væl. Í einum fyrilestri hann helt fyri okkum luttakarum úr Evropa, greiddi hann m.a. hvussu hansara fyritøka var vaksin úr køkinum, til hann í dag hevur fleiri deildir í Kanada og nú eisini í New York. Hansara boðskapur var, at tað ikki er støddin á virkinum ella hvar tað landafrøðiliga liggur, ið er avgerandi fyri succes. Tað er og kemur altíð at vera teir persónar, ið standa aftanfyri, ið eru lykilin til framgongd, tað er teirra vilji, hugflog og evni at selja, ið ger munin. www.oliviersoaps.com
Laval Univercity
Ein partur av vitjanini í Kanada, var frálæra á Laval Universitetinum í Quebec. Í Kanada leggja tey stóran dent á, at henda verkætlan far somu tign, sum hon hevur fingið í Kanada. Men hetta inniber, at tað ikki verður slaka í góðskuni, at tað verður hjúkla um grundreglurnar í tiltakinum, m.a. vit alla tíðina at granska og arbeiða víðari við at menna tiltakið. Góðska, dygdar góð leiðsla og skipan eru lyklaorð, og hetta vilja vertir okkara í Kanada og eigarar av verkætlanini tryggja sær, nú vit hava átikið okkum, at flyta verkætlanina til Evropa.
Starvsvenjing
Mikkjal Joensen av Trøllanesi, er í ferð við at stovna Economusée Mikkjal smiðjan á Trøllanesi. Hetta inniber, at Mikkjal skal arbeiða við opnum eldi, eins og smiðir gjørdu í Føroyum fyrr, samstundis sum hann eisini skal vísa nýmótans handverkið. Mikkjal hevur nú fingið sær essu ella grúgvu í smiðjuna, og er í holt við at skipa tað umhvørvið, ið er neyðugt, tá arbeitt verður í opnum eldi.
Í Quebec City er eitt “Blacksmith Economusée”, her arbeiðir ein av bestu smiðjunum í Kanada. Hann er kendur fyri sítt væla handverk og dugur eisini kynstri at arbeiða við jarni, soleiðis sum tað var gjørt í gomlum døgum. Mikkjal fekk høvi, at vera hjá hesum smiði í tveir dagar, har hann fekk innlit í framferðarhátt, tilfar og útgerð, ið skal nýtast í hesum handverkið. Hetta vóru tveir sera læruríkir dagar, hóast tað var neyðugt at hava ein tulk við, ið kundi umseta úr fronskum til enskt, hindraði tað ikki frálæruna. Málið er, at Economusée smiðjan á Trøllanesi, letur upp seint í heyst ella komandi vár.
Útjaðarin hevur møguleikar
Hóast hetta norður kanadiska økið er risastórt og vit bert tann eina dagin koyrdu 500 km., var tað sera áhugavert at síggja, hvussu væl hesi smáu virkini í útjaðaranum kláraðu seg. Nøkur av teimum vóru byrja, sum smá ítriv, men eftir at vera blivin Economusée høvdu tey so at siga vaksi seg úr klæðunum, og vóru vorðin so stór, at tey í dag hava fleiri deildir kring landið og forvinna nógvan pening. Í slíkum førum, verður tað umhugsa, at fara úr aftur verkætlanini, fyri at geva øðrum smáum virkjum ein møguleika.
Men tað er sera sjónligt í Kanada, at hugtakið Economusée er kent, tí tá tú nevnir tað millum mannað, so vita fólk um tað. Serliga hevur verkætlanin verið góð fyri økismenningina, og tí er Kanadiska stjórnin positiv og stuðlar undir tiltakið.
Economusée verkætlanin er ein NPP verkætlan og merkir tað, at hon verður fíggja partvíst við peningi úr ES grunni og partvíst við egnari fígging og stuðli frá m.a. NORA, Vinnuframagrunninum og Mentamálaráðnum. Málið er, at vit í 2011 hava latið 2 Economusée upp her í Føroyum, annað er Mikkjal smiðjan og hitt er spinnaríði í Klaksvík. Ætlanin er síðan at leingja verkætlanina og tá skulu tvey onnur Economusée setast á stovn, hvørji hesi eru, er ikki endaliga avklárað enn, men vantandi verður annað av hesum í Skúgvi.
Ein long heimferð
Orsaka av øskuni, vardi heimferðin hjá føroyska ferðaliðinum heilar 7 dagar. Fyrst var bíða í Montreal í 4 dagar, síðan var flogi til Zurich og har frá var farið við bili til Keypmannahavnar, og síðan til Føroyar, tá loftrúmið endiliga var opið aftur.






