Aðalfundur, arbeið og ætlanir

Jun 21, 2009

Í  gjár 20.juni 2009, var ársaðalfundur felagsins hildin í Avhaldshúsinum í  Mikladali. Nógv fólk møttu á aðalfundinum, har Óla Jákup úr Dímun,  formaður, greiddi frá arbeiði felagsins og hvat stendur í kortum.

Felagið hevur havt nógv jørn í eldinum farnað árið, bæði hvat viðvíkir  samskiftið við myndugleikar um samferðslu, farmaflutning og onnur mál,  ið viðvíkja tænastunum á útoyggj. 

Óla Jákup greiddi frá teimum verkætlanum, ið felagið fyriskipar. Hesar  eru Framleiðsluhús, Economusée, Mentanarsøga Fugloy, Nordic Delight og  Grønar útoyggjar. Fleiri privat initiativ eru eisini farin av  bakkastokki ella eru í stoypi skeiðini. Hesi eru øll innan ferðavinnu,  ið tykist vera tann vinnan, ið er verd at satsa uppá á útoyggj. 

Fundurin kom til ta niðurstøðu, at felagið áhaldandi skal leggja dent á  samferðsluna, og saman við almennu myndugleikunum fáa loyst nakrar av  knútunum, sum eru. Felagið skal harnæst støðugt arbeiða fyri og stuðla  undir, at vinnulig tiltøk vera framd. Tær verkætlanir, ið eru í gongd,  eitt nú framleiðsluhús o.a. eru ljóspunkt, men tað er neyðugt at fáa ein  grunn, ið kann taka á seg størri fíggjarligan vága enn bankarnir, tí  vantandi fígging er størsta forðin fyri privatu initiativunum á útoyggj.  

Á aðalfundinum vóru umboðini fyri oyggjarnar staðfest, og nevndin var vald.  Úrslitið var, at verandi nevnd heldur fram við Óla Jákup úr Dímun, sum  formanni, Esbern í Eyðansstovu, sum nevndarlimur og Olga Biskopstø,  nevndarlimur og samskipari. 

Umboðsráðið er nú mannað soleiðis: 

Jóhanna Hansen, Hattarvík
Andras í Frammistovu, Kirkja
Óli á Geilini, Svínoy
Katrina Johannesen, Mykines
Sanna Silvurstein, Hestur
Bjørn Patursson, Koltur
Sóley Thomsen, Skúgvi
Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun
Fríða Isaksen, Húsar
Magnus Eliasen, Mikladalur
Eyðun Eliasen, Trøllanes

Umboðsráðið hevur skipað seg, við Fríðu Isaksen sum formanni, og Sannu Silvurstein, sum næstformanni.