Aðalfundur hjá Útoyggjafelagnum 20. juni

Jun 16, 2026

Fundurin verður hildin í Hesti leygardagin 20. juni, áðrenn fundin er morgnmatur og eftir fundin verður døgurði, tí biðja vit um at fólk melda seg áðrenn. Annar útoyggjahugni verður eisini á degnum.

Tilmelding fer fram á fylgjandi leinki: TRÝST HER! ella senda teldupost til utoyggj@gmail.com

SKRÁIN:

8:35: Erla kongdóttir siglir av Gomlurætt til Hests
9:20: Morgunkaffi í bygdarstovuni
10:45 Erla kongdóttir siglir eykatúr av Gomlurætt til Hests
11:00: Aðalfundur í bygdarstovuni
13:00: (umleið) Døgurði í bygdarstovuni
14:00: Túrur í bygdini og inni í kirkjuni við frásøgn (uml 1 tíma)
14:00: Túrur Niðan á oyggj við ferðaleiðara (Umleið 4 tímar)
15:30: konsert í Fiskahúsinum við Die Færøsche Polkaband (45 til 60 min)
15:30: Søla av smurdum breyði og drekka í Fiskahúsinum (einans við reiðum peningi)
17:05: Erla kongsdóttir siglir eykatúr út í Hest (innaftur 17:20)
18:00: (umleið) føroyskur dansur á kajuni ella í bygdarstovuni
19:20: Erla Kongsdóttir fer seinasta túr úr Hesti.


Skráin til sjálvan aðalfundin er fylgjandi:

Tíð og stað: 20. juni kl11.00 í Bygdarhúsinum í Hesti

1. Val av fundarstjóra
2. Val av fundarskrivara
3. Framløga og góðkenning av nevndarfrágreiðing frá farna ári (Marius á Geilini)
4. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi (Olga Biskupstøð)
5. Góðkenning av nýggjum umboðsráðslimum
6. Val av formanni og næstformanni
7. Val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum
8. Val av grannskoðara
9. Innkomin mál – ið skulu vera innkomin áðrenn 1. apríl.
*Broyting av viðtøkum - lýsing av ætlaðu viðtøkubroytingum kunnu lesast her:
uppskot um Broytingar av Viðtøkum útoyggjafelagið 2026.pdf - Google Drive,
og skjal yvir hvussu viðtøkurnar:
Viðtøkur-Útoyggjafelagið-2026.docx.pdf - Google Drive
10. Ymiskt

Limir kunnu melda seg til https://forms.gle/sjhfNHg8XsFbc5f57
ella við at senda ein teldupost til utoyggj@gmail.com