Í gjár 3. juli, var aðalfundur í Útoyggjafelagnum hildin í Hesti. Á aðalfundinum var m.a. víst á, at Útoyggjafelagið, er vorið viðurkent sum ein partur, ið eigur at vera hoyrdur. Felagið verður í størri mun enn fyrr, tikið við upp á ráð, og boðið við til tiltøk o.a. ið hevur týdning fyri útjaðaran.
Aðalfundurin kom eisini til ta niðurstøðu, at tað enn er langt eftir á mál, serliga tá tað snýr seg um tænastur og vinnumøguleikar.
Men tað spírar á útoyggj, og á nærum øllum oyggjum eru tiltøk í gongd ella ávegis, ið skapa vinnuvirksemi, og tað er sera umráðandi. Enn er fleiri verkætlanir, ið tørva fígging, serliga trupult er tað at fáa fígging til íløgur. Hetta vóna vit verður bøtt komandi ár, og at tað verður gjørligt at fáa vágafúsan kapital, úr nýggjum ella einum av verandi grunnum.
Nevndin í Útoyggjafelagnum var aftur vald.
Í nevndini sita:
Óla Jákup úr Dímun, Stóru Dímun, formaður
Esbern í Eyðansstovu, starvsnevndarlimur, Mykines
Olga Biskopstø, starvsnevndarlimur og samskipari
Umboðsráðið var eisini endurvalt, við undantak av Karten Lenvig kemur at umboða Hest. Umboðsráðið sær soleiðis út:
Fríða Isaksen, Húsar, formaður í umboðsráðnum
Johanna Hansen, Hattarvík
Katrina Johannesen, Mykines
Andras í Frammistovu
Karten Lenvig, Hestur
Óli á Geilini, Svínoy
Bjørn Patursson, Koltur
Eyðun Eliasen, Trøllanes
Sóley Thomsen, Skúvoy
Magnus Eliasen, Mikladalur
Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun
Olga Biskopstø er samskipari og hevur skrivstovuni um hendi. Øll kunnu venda sær til skrivstovuna um ráð og vegleiðing. Allar verkætlanir eru opnar fyri luttøku.
Yvirlit yvir virksemi í felagnum júst nú:
1. Skrivstovan: Ráðgevur limum o.ø., ið venda sær til felagið. Veitir hjálp í samskifti-num við myndugleikar. Hjálpir við tiltøkum á útoyggj eftir áheitan. Dagførir heimasíðuna.
2. Skeið: Ferðavinna. Fyriskipa sjálvi og saman við Ferðavinnudeildini.
3. Samferðslan: Luttaka í samráðingum um tyrluflúgvingina. (tænastan, títtleikin og prísir). Samráðingar um dagføring av samferðslubygnaðinum til útoyggjarnar, skip, bussar, farmaflutningur, títtleiki og komfort)(Upplegg er skrivað)
4. Lóggáva: Royna at ávirka/og ella luttaka í arbeiðinum um. a) nýggja matvørulóg. b) Búnaðarlóggávu. c)Kommunusamanlegging. (skriv og fundir)
5. Luttøka: vit eru innboðin (VMR) at luttaka í tiltakinum Ny Nordisk Mad.
6. Skúlamál: Arbeiða við at fáa MMR at nýhugsað skúlan á útoyggj. (skriv og fundir)
7. Verkætlanir:
a) Nordic Delight (workshop verður í august, nærri kunning seinni) Economusée (Smiðjan á Trøllanesi letur upp í nov./des.)
b) Mentanarsøgulig landsløg Fugloy (Tiltak í august)
c) Framleiðsluhús á útoyggj (Gera bygnað og umsókn áðrenn 1. Nov.)
d) Grønar útoyggjar. Orka/loysn og oljutunnumálinum. (tiltak í sept)
e) Bygder på nettet. KT verkætlan saman við Grønlandi. Skeið og útbúgving í at brúka KT í størri mun.
Øll eru væl komin at venda sær til felagið við uppskotum um tiltøk, og ikki minst at senda tilfar og kunning at leggja á heimasíðuna www.utoyggj.fo



