Nú summarfrítíðin er av, fer Útoyggjafelagið aftur til verka. Umboðsráðsfundur verður hildin ein av døgunum, úti í Stóru Dímun, har felagið far at gera arbeiðsætlan fram til komandi summar. Sjávandi verður eisini hugt at nýggja Framleiðsluhúsinum, og kjakast um hvussu vit koma víðari við hesi verkætlan.
Samferðslan er sum vant eitt mál á skránni. Tørvur er á dagføring á leiðini út í Hest og til Skúvoyar, eins og tyrluflúgvingin tørvar eina dagføring.
A skúlaøkinum er ætlanin at seta ein arbeiðsbólk, ið skal koma við uppskotið um dagføring af skúlaskipanini. Hetta er eitt arbeiðið, ið hevur verið á skránni í fleiri ár, so í staðin fyri at bíða eftir mentamálaráðnum, koma útoyggjarnar sjálvar við uppskotinum. Og so er at vóna, at tað er undirtøka fyri tí.
Arbeitt verður á orkuøkinum, her stendur í kortum, at fáa í gongd tiltøk, ið kunnu gera oljutunnurnar óneyðugar. Felagið samstarvar við Orkudepilin í Kambsdali um verkætlanir, ið kunnu føra til, at útoyggjarnar gerast "grønar".
Annar eru fleiri verkætlanir í gongd á øllum oyggjum, arbeitt verður víðari við hesum, og ikki minst er tað tørvurin á íløgupeningi og fígging, ið alla tíðina er okkara størsta avbjóðing.

