Í summar hevur landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen verið og vitja á útoyggj, at kunna seg um umstøðurnar, og í dag var hon í Stóru Dímun, har hon m.a. hitti formannin í Útoyggjafelagnum, Óla Jákup úr Dímun.



Útoyggjafelagið fegnast um, at Annika Olsen ger hesa rundferð, og síggja vit tað eisini, sum ein vilja til at stuðla undir arbeiðið hjá Útoyggjafelagnum.
Á síni ferð kring oyggjarnar, hevur Annika Olsen m.a. sæð ítøkilig úrslit av arbeiðnum hjá Útoyggjafelagnum, og sæð hvussu stuðul frá Innlendismálaráðnum gagnar hesum smáplássum.
í Stóru Dímun hevur hon m.a. sæð fyrsta framleiðsluhúsið av sínum slag, ið stendur nærum liðugt, og í Skúgvi, Mykinesi, Fugloy, Svínoy og Kalsoy, tey tiltøk innan ferðavinnuna, ið eru væl ávegis. Annika Olsen, luttók eisini á útoyggjastevnuni í Mikladali og Trøllanesi, og sá her tað undirtøku, ið hetta sosiala og mentanarliga tiltak hevur.
Men Annika Olsen, hevur eisini fingið kunning um viðurskifti á útoyggj, ið veruliga tørva ábøtur. At m.a. undirstøðukervið og samferðslan á fleiri støðum, tørva høga raðfesting, at sosiala og mentanarliga økið eigur at fáa eina hjálpandi hond. Til seinast og ikki minst, at tørvur er á vágafúsum kapitali, ið kann veitast til tey, ið hava góðar verkætlanir, men onga fígging fáa, tí íløgan skal gerast á útoyggj.
Útoyggjafelagið fegnast um, at Annika Olsen vitjar útoyggjarnar, og at hon í síni handfaring av málum, ið viðvíkja útoyggjunum, er jalig og sinnað at finna loysnir, ið stuðla undir framburð.
