Ein av niðurstøðunum á ráðstevnuni "luttøka og Fólkaræði", sum var hildin 19.november 2009 var, at fólk á úoyggj í síggja hvussu tænastustøðið alsamt lækkar og tænastur, sum hava verið á útoyggj, vera fluttar inn á fastlandið. Í nýggja kommunuálitinum stendur m.a. at málið er at flyta tænastur út í útjaðaran, men hvussu langt út?
Málið við ráðstevnuni “Útoyggjar – luttøka og fólkaræði” var, at lýsa møguleikarnar hjá útoyggjunum, at fáa gagn av tí menningararbeiðið, ið ætlandi skal fara fram í Føroyum komandi árini, m.a. við, at skipa Føroyar í størri kommunueindir.
Kjakið á Ráðstevnuni, sum var hildin hósdagin 19. November 2009 snúði seg um, hvussu útoyggjarnar kunnu fáa lut í nevndu menningini, og í hvønn mun tað er gjørligt hjá kommununum, at átaka sær eina uppgávu, sum í veruleikanum er meira ein landsuppgáva enn ein kommunal uppgáva.
Niðurstøðan á ráðstevnuni var greið. Útoyggjarnar eru í einari serstøðu og tørva serlig tiltøk, skulu tær hóra undan. Fólkatalið er støðugt fallandi og tænastustøðið lækkar alsamt, so tey tøk, ið skulu takast mugu vera málrættað og ítøkilig.
Semja var um, at trupulleikarnir ikki verða loystir bert við at gera eina serskipan har tær kommunur, ið hava útoyggjar, fáa eitt fíggjarligt ískoyti til tænastur, í mun til fólkatalið, uttan so at talan er um eina serskipan, ið er fakliga grundað og peningurin oyramerktur til greitt orðaði endamál á útoyggj.
Áðrenn talan verður um at skipa Føroyar í størri kommunalar eindir, er neyðugt, at tað verður orðaður ein útjaðara- og útoyggjapolitikkur, har m.a. greiðir málsetningar verða orðaðir og lagt verður upp til eitt tænastustøðið, ið ger tað møguligt at búleikast og virka á útoyggj.
Tey fólk og familjur, ið velja at búgva á útoyggj, gera tað, tí tey síggja nøkur lívsvirðir í hesum. Men verður grundarlagið fyri at skipa ein vanligan gerandisdag á útoyggj tikið burtur, tí m.a. øll familjan skal av oynni til arbeiðis, í skúla, til innkeyp, til heilsutænastur o.a. tá er eisini grundarlagið fyri búseting horvið.
Høvuðsmálið á ráðstevnuni var at seta fokus á spurningin um luttøku og fólkaræði, tá útoyggjarnar vera lagdar í størri eindir. Nógv kjak var eisini um hetta evnið, og niðurstøðan var, at tað er alneyðugt at gera skipanir, ið við lóg tryggja, at økið, har firðir og sund eru ímillum eru tryggjað umboðan.
Skal menning verða kjølfest í lokala samfelagnum, er neyðugt at luttøka og fólkaræði er ein natúrligur partur av kommunalu skipanini. Longu nú vísir tað seg, at tað er ymiskt, hvussu staðbundnu nevndirnar virka, og av tí at tær bert hava tilmælandi leiklut, er hetta ikki ein optimala loysnin.
Hilmar Høgenni, sum í sínari framløgu greiddi frá nýggja kommunuálitinum segði m.a. at “kommunala tilmæli er ein pakki, har alt verður umskipað, bæði fígging og bygnaður av kommunum. Í tí umskipanini, er einki í vegin fyri at gera serskipanir, so í stóran mun er alt ein politiskur spurningur”.
Eyðun Christiansen, sum umboðaði Føroya Kommunufelag á ráðstevnuni, reisti í sínari framløgu, kjakið um: fíggjarligan og fakligan burðardyggleika, í mun til fólkaræðiligan burðardyggleika. Hesin spurningur er sera viðkomandi tá avgerðarrætturin verður fluttur úr lítlum økið, í størri eindir at verða umsitin. Eyðun Christiansen metti ikki at hetta var nóg væl lýst í álitinum.
Dennis Holm, frá Granskingardeplinum fyri samfelagsmenning segði m.a., at “Føroyar eru ikki fløta, ið kann skerast sundur, sum ein lagkøka. Økini í Føroyum er sera ymisk og hesum er tað neyðugt at taka hædd fyri. Í dag eru kommunurnar í stóran mun vorðnar veitarar av sosialum tænastum, og hava lítla orku til at taka sær av m.a. menningar uppgávum”.
Herborg Nyholm Debes, ið er útbúgvin innan burðardygga umhvørvisstýring, greiddi m.a. frá hvussu menningin av Hebridunum var skipað. Í hesum økinum verður nógvur peningur brúktur at menna smásamfeløgini, og íløgur verða m.a. gjørdar í tænastur, handil og samferðslu. Royndirnar í hesum økinum vísa, at tað loysir seg, tí nú er fólkatalið fari at kvinka uppeftir, eftir nógv á við fallandi fólkatalið.
Sum umboð fyri útoyggjarnar vóru tað Harry Jensen og Eyðun Eliasen, ið høvdu hvør sína lýsing av umstøðum í viðvíkja kommunusamanlegging. Harry Jensen vísti m.a. á, at tað helst er neyðugt við samanlegging, men at hetta ikki fer at bøta um umstøðurnar í Skúvoy, tí allar tænastur vera lagdar í Sandoy, og ferðasambandi ger tað ikki gjørligt hjá skúvingum at fáa gagn av hesum tænastum.
Eyðun sum er limur í staðbundnu nevndini fyri Trøllanes, segði, at ein staðbundin nevnd hevur møguleika at koma við tilmælum, men hon kann ikki krevja at tað verður lurta eftir henni. Hansara royndir við Klaksvíkar kommunu vóru tó, at tað sum oftast verður lurta, hóast øll ynskini ikki vera samtykt ella framd í verkið. Eyðun metti, at hetta var ein rímiliga góð loysn.
Landsstýriskvinnan Annika Olsen luttók á ráðstevnuni, hon umsitur útjaðaramál og kommunumál. Annika Olsen tók orðið, og vísti m.a. á, at spurningurin um útoyggjarnar er ein avbjóðing sum hon tekur í fullum álvara.
Nøkur tingfólk møttu og vístu á tann hátt áhuga fyri spurninginum um útoyggjarnar. Skjótt verður aðalorðaskifti í tinginum, og tá er umráðandi, at tingfólk hava eina hylling á, hvat rørir seg á útoyggj og hvat útoyggjunum tørvar.
Umboð fyri Klaksvíkar og Sørvágs kommuna høvdu takka ja, til innbjóðingina til ráðstevnuna, Tórshavnar kommuna var ikki umboða. Tórshavnar kommuna umsitur Koltur, Hest og Nólsoy.
Harry Jensen, borgarstjóri í Skúgvi, greiddi m.a. í síni røðu frá, at Skúvoyar kommuna væl er greið yvir, at tað verður neyðugt at leggja saman við Sandoy. Men skulu skúvingar gjalda skatt, og enntá hava eitt hægri skattaprosent, uttan at fáa ágóða av skattapengunum er eitt sindur trupult at ímynda sær. Allar tænastur vera inni á meginlandinum, og ferðasambandi ger tað ikki gjørligt hjá skúvingum at fáa gagn av tí sum er á Sandi.
Eyðun Eliasen, Trøllanes, er limur í staðbundnu nevndini fyri Trøllanes. Umframt at lýsa arbeiðið í einari staðbundnari nevndini, vísti hann á, at ein staðbundin nevnd hevur møguleika at koma við tilmælum, men hon kann ikki krevja at tað verður lurta eftir henni. Hansara royndir við Klaksvíkar kommunu vóru tó, at tað sum oftast verður lurta, hóast øll ynskini ikki vera samtykt ella framd í verkið. Eyðun metti, at hetta var ein rímiliga góð loysn.
Herborg Nyholm Debes, ið er útbúgvin innan burðardygga umhvørvisstýring, vísti hvussu menningin av økinum í vestur Skotlandi varð skipað. Talan var í hesum førinum um Hebridurnar. Her verður nógvur peningur brúktur at menna smásamfeløgini, og íløgur verða m.a. gjørdar í tænastur, handil og samferðslu. Royndirnar í hesum økinum vísa, at tað loysir seg, tí nú er fólkatalið fari at kvinka uppeftir, eftir nógv á við fallandi fólkatalið.
Í kjakinum, sum var aftaná framløgurnar, kom nógv ymiskt fram. M.a. snúði tað mesta seg um júst tað serstøðu, sum útoyggjarnar eru í, og at tað er trupult hjá kommununum at lyfta tær uppgávur, sum eru í hesum økjum, tí tær eru samansettar og truplar.







