Avtøkupolitikkurin eydnast

Jun 2, 2010

Besti mátin, at avtaka tiltøk og tænastur, er einki at gera. At lata  standa til og spakuliga niðurpína útjaðarin. Hetta tykist vera tann  valda politiska leiðin, her á landi. Eitt gott dømi um hetta er, at  komandi skúlaár vera 7 skúlar latnir aftur. Onkur tí eingin næmingur er  eftir í bygdini, og onkur, tí foreldrini velja at lata børnini fara í  størri skúla, tí tey hava mist álitið á fakligu og sosialu góðskuni í  lokala skúlanum. 

Hetta er bara byrjanin til avtøkuna av smáplássunum í Føroyum, men tað  tykist ikki at nerva politiska myndugleikan nevnivert. Tað eru ongar  lampur sum blunka! Men veruleikin er tann, at avleiðingin av hesari gongdini er nógv størri  enn fólk gera sær fær um. Tá ein bygd er komin á tað støðið, at skúlin  er stongdur og handilin niðurlagdur, gongur stutt tíð, til bygdin er  útdeyð. 

Prísurin, ið samfelagið má gjalda er høgur, tí tíðarskeiðið, har bygdin  spakuliga doyr, er kostnaðarmikið. Teir borgarar sum eru eftir, skulu  hava tær neyðugu tænasturnar, infrakervið skal haldast, alt meðan talið á  teimum kreativu, vinnu virknu, tey við góðum inntøkum, og tey við  børnunum flyta burtur. Hetta viðførir, at tilfeingið á hesum smáplássum  als ikki verður troytt og gevur tí heldur einki avkast til samfelagið.

Tað tykist vera trupult at fáa Føroyska samfelagið at síggja týdningin  av virkseminum á smáplássunum. Orsøkin er vantandi vitan og innlit, og  ikki minst, vantandi vilji at seta seg inn í viðurskifti, ið hava við  útjaðaran at gera. 

Hóast  Útoyggjafelagið í 10 ár javnt og samt hevur heitt á Mentamálaráðið um  at hugsa skúlan á smáplássunum av nýggjum, er einki hent. Saman gamla  skipanin er galdandi. Ein skúli, er nakað heilt annað í dag, enn hann  var fyrr. Í dag eru nógv amboð, ið gera, at tann fysiska staðsetingina  av skúlanum nærum er týdningarleys. Næmingar kunnu ganga í skúla við  Gjógv, og fáa undirvísing frá lærara í Havn. Tað eru møguleikar at  kombinera fjarundirvísing og nærundirvísing, vandrilærara skipanir og  skeiðs skipanir. Tað ber eisini til at skipa toymi, so næmingar í smáum  skúlum, samstarva við næmingar á størri skúlum, og at hesir vitja hvønn  annan við føstum millumbilum. Alt hetta styrkir tað fakliga grundarlagið  og sosialu støðuna hjá børnunum. 

Ein slík skúlaskipan er ikki dýrari enn verandi skipan, heldur bíligari.  Hetta tí lærarakreftirnar kunnu samskipast, og ein lærari kann  undirvísa 100 børnum, um so skal vera, um somu tíð. 

Tað ræður um at hugsa øðrvísi, og hugsa jaligt um útjaðaran. Tað ber til  at finna loysnir, ið eru til gagns fyri børn, foreldur og útjaðara,  bara viljin er til tað. Og hesin vilji tykist ikki at vera at hóma í  dag, heldur er tað illvilji og vantandi virðing fyri teimum, sum velja  at búseta seg í útjaðaranum.