Útoyggjfelagið stuðlar føroysku sjómonnunum í ynskinum um, at hava betur tilbúgving við tyrlu. Umframt til bjarging á sjónum, er tyrlan einasta álitið á fleiri av útoyggjunum, tá tað kemur til sjúkraflutning. "Vit kenna okkum ikki trygg um veturin" siga limir hjá útoyggjafelagnum, "serliga á vetri, tá tað er myrkt, tá vita vit, at tað kann vera trupult hjá tyrluni at koma, um okkurt er áfatt. Fyri tað fyrsta vanta ljós á tyrlupallunum og fyri tað næsta eru tyrlurnar ikki nóg væl útgjørdar til at flúgva í myrkri. Hetta er ikki nóg gott, serliga tá hugsa verður um, at talan er um rættiliga nógv fólk, bæði sjófólk og útoyggjafólk, ið skulu lýta á hesa tænastu".

