Góði gamli Másin hevur mangan baldrutan túr á baki. Í gjár var ein av teimum ringu. Manningin er von við, at tað brýtur um bæði borð, og lata sjáldan illa at. Men hesuferð hildu teir, at tað var "nakað" illsligt.
Enn skulu fugloyingar og svínoyingar liva við Másanum. Hetta skip, sum í mong ár hevur tænt teimum væl, er nú vorið so gamalt og óhóskandi, at tað veruliga treingir til at fáa ein avloysara. Manningin á Másanum eigur rós fyri teirra fyrikomandi atferð og dugnaskap, og teir hava mangan ført fólk og farm um fjørðin í ringasta veðrið, eins og teir gjørdu í gjár. Tað er serliga trupult, nú á vetrartíð, at sigla hesa farleið, og serstakliga ótrygt at vita, at skipið er so gamalt. Tað er tó ein uggi í at vita, at Strandferðslan leitar eftir nýggjum skipið, og tað er vónin hjá øllum, ið brúka Másan, at strandferðslan og Landsstrýriskvinnan í innlendismálum skjótt finna ein nýggjan og góðan avloysara fyri Másan. Hetta er neyðugt, skulu vit bert droyma um, at fólk framhaldandi kunnu búgva á okkara smáu oyggjum.


