Economusée – fundur í Føroyum

Sep 20, 2008

Mánadagin  6. oktober koma umboð frá Kanada, Norra, Íslandi og Írlandi at vitja  Útoyggjafelagið. Hetta er í samband við arbeiðsfund um verkætlanina  Economusée.

Frá mánadegnum 6. til hósdagin 9. oktober er Útoyggjafelagið vertur  fyri arbeiðsfundi um verkæltanina Econoumsée. Hetta er fyrsti fundurin í  Føroyum. Frammanundan hava fundir verið í Kanada, Írlandi, Norra og  Íslandi. 


Nú er verulig gongd komin á verkætlanina, og fundurin í Føroyum er  startskotið til tann verkliga partin. Øll londini hava nú valt 1-3  virki, ið skulu skipast til Economusée. Her í Føroyum koma tey fyrstu  tiltøkini at vera á Trøllanesi, í Skúgvi.  

At luttaka í Economusée krevur, at tað er eitt privat virkið, ið fast  við handverk ella heimavirkið, og at ein kann liva av hesum. Av tí at  útoyggjarnar nógv tey mongu árini hava verið í stórari afturgongd, er  slíkt virksemi í flestu førum farið fyri bakka. Men tó so, enn finnast  fólk, ið partvíst fáast við handverk, ella teirra forfedrar hava gjørt  tað, og mong fáast eisini við heimavirkið. Hetta verður tí útgangsstøði í  føroyska partinum av verkætlanini. 

Tey komandi árini, fer útoyggjafelagið at stremba eftir, at stovnseta  eitt fjølbroytt úrval av Economusée´um í Føroyum. Miða verður í móti, at  tað verður eitt á hvørjari útoyggj. Sum frá líður, er ætlanin, at  virkir á meginøkinum eisini koma við í verkætlanina.

Málið við verkætlanini er fyrst og fremst at skapa inntøkugevandi  virksemi á útoyggj. Av tí at hetta tiltak hevur ferðavinnuna sum  málbólk, kemur eisini annað avleitt virksemi. Tey sum luttaka koma at  vinna pening, samstundis sum tey eru við til at varveita siðbundið  handverk, søgu og mentan.

Ein av aðaltáttinum í hugskotinum Econumsée er innovatión - tí kemur ein  partur av virseminum at snúgva seg um, at menna nýggjar vørur.

Tey virkið, sum byrja, fevna um jarnsmíð, tog og tekstil framleiðslu.

Í hvørjum luttakaralandi, verður ein stýribólkur skipaður. Hesin skal  tryggja fakliga støði og skipanarliga grundarlagið í verkætlanini. Í  Føroyum verður hesin bólkur samansettur við umboðum fyri  Granskingardepilin fyri samfelagsmenning, Samvit, vinnuhúsið,  Landsstýrið, umframt søgufrøði og arkitektur. 
Her er meira kunning um verkætlanina, umframt eitt tíðindaskriv.