At byggja eitt sambýli í Svínoy, er ein møguleiki hjá Landsstýrinum at vísa, at teir veruliga vilja gera nakað fyri at steðga avtoftanini av útoyggjunum. Løtan er nú.

At byggja eitt sambýli í Svínoy, er ein møguleiki hjá Landsstýrinum at vísa, at teir veruliga vilja gera nakað fyri at steðga ella í øllum førum tálma avtoftanina av útoyggjunum. Løtan er nú, tí útoyggjarnar hava lítla orku eftir. Eitt slíkt tiltak í Svínoy, vil menna bygdina munandi, og samsvarar sera væl við tað sum Rósa Samuelsen sigur í einari viðmerking í Sosialinum í vikuni.
Tørvurin á røktarheimum kring landið er sera stórur. Tí er neyðugt at seta fer á byggingina av ellis- og røktarheimum umgangandi, sigur Landsstýriskvinnan Rósa Samuelsen, í viðmerking sínari til Sosialin. Endamálið við at hækka stuðulin er at eggja kommununum at fara í holt við at útvega fleiri røktarheimspláss, sigur hon.
- Eg havi fingið undirtøku frá feløgum mínum í Landsstýrinum um at hækka stuðulin til ellis- og røktarheim úr 500 túsund í 800 túsund fyri hvørt búpláss. Eisini verður stuðulin til sambýlir hækkaður, leggur landsstýriskvinnan aftrat.
Tað eru kommunurnar kring landið, ið standa fyri byggingini av ellis- og røktarheimum. Landið letur stuðul til byggingina. Í løtuni eru tríggjar ítøkiligar verkætlanir ávegis, sum tilsamans fara at útvega 72 búpláss.
Henda lýsing av støðuni, og ætlanin hjá Landsstýrinum, at útvega fleiri pláss til tey gomlu, ið tørva ansing, er eitt gylt høvi, at stuðla Svínoynni.
