Í einum eksotiskum landi, sum Føroyum, eiga vit at hava eksotiskan mat at selja til ferðafólk, og vit eiga at framleiða spennandi ferðaminnir burtur úr rávøruni í nærumhvørvinum. Hetta kann lata seg gera, um vit bert nýta hugflogið.
Undrandi og væl nøgd - hetta var niðurstøðan av verkstovuni, ið Anna og Hanna úr Noregi hildu fyri fólki av útoyggj í seinastu viku.
Øll tey luttakandi vóru samd um, at hetta var nakað nýtt og sera spennandi. At gera urtasalt burtur úr hvonn og bótarurt, at framleiða pesto úr arva, og gera salat burtur úr ókrúti - tað má roynast.
Seyðakjøt úr Fugloy, lundi av Viðareiði, havestur úr Hvannasundi, livur av Húsum og fiskur frá Fiskamarknaðinum, vóru millum tær rávørur, ið vóru hagreiddar á Kokkaskúlanum í Klaksvík, hósdagin og fríggjadagin í farnu viku. Urtir úr haga og fjøru, tari, hvonn, rabarbir og øl, alt funni, fanga, fiska ella framleitt í lokaløkinum.
Burtur úr øllum hesum spennandi rávørunum, fingu útoyggjafólk høvi at framleiða og royna seg í kokkakynstri. Næmingar og lærarar á kokkaskúlanum fingu eisini høvi at luttaka.
Meistarakokkurin Hanne Frosta úr Bergen og Anne Siri Brandrud stóðu fyri undirvísingini, og vóru sera hugkveikjandi. Tær vísti luttakarunum á allar teir mongu møguleikarnar, ið vit eiga, men als ikki gagnnýta.
Tey sum ferðast í fremmandum londum, vita, at útboðið av matvørum í krukkum, posum, fløskum o.ø. er sera stórt, og nógv keypa hesar vørur heim við til familju og vinir, sum eitt ferðaminni. Tað er ein marknaður fyri slíkum vørum, men enn hava vit í Føroyum ikki sæð henda møguleika, ella vit gáa ikki eftir honum.
Útoyggjafelagið metti, at hetta var eitt sera spennandi økið, at fáa innlit í, og tí vóru hesar báðar frá verkætlanini Nordic Delight, bjóðaðar higar, at kveikja og geva íblástur til eina møguliga nýggja vinnu á útoyggj.
Tey 10 sum luttóku, vóru sannførd um, at hesir møguleikar eru til staðar í Føroyum eins og okkara grannalondum, ja vit nærum standa á teimum.
Vit í Útoyggjafelagnum eru sera takksom fyri tað hjálp og tann stuðul vit fingu frá øllum pørtum til hesa verkstovuna. Tøkk til Fiskamarknaðin á Kósini, Føroya Bjór, Essa Petersen, hoyfólki í Múla, Hotel Norð og ikki minst Kokkaskúlan í Klaksvík, Edvard Olsen og øllum tykkum, ið hjálptu til og stuðlaðu undir tiltakið.
Myndir frá verkstovuni Nordic Delight. Myndir, ið tala fyri seg.




































