Ráðstevnan fyri limum felagsins, verður hildin í Klaksvík, 6.-8. novembur. Luttakararnir gista á Hotel KG. Skeið og fyrilestrar verða hildnir í skúlanum Rótin.
Gjaldið fyri hvønn luttakara er kr 2.000,-. Tá er alt uppihald íroknað, umframt skeiðini.
Leygardagin verða skeið, sum ganga samstundis. Tískil skulu vit, sum luttaka, velja eitt fyrrapartin (Fyrstahjálp ella prýðisbøting) og eitt seinnapartin (Fyrstahjálp, knívabrýning ella súlting & reinføri). Vel verkstovu við at senda ein teldupost til: utoyggj@gmail.com
Endaliga tilmeldingin til tiltakið verður skrásett saman við gjaldinum á kr 2.000,-
Gjaldið skal flytast á konto 9865 -1024528
Fólk verða biðin um at senda sina tilmelding og gjalda skjótast til ber tí at plássini eru avmarkað
Eru ivamál ella spurningar, eru tit altíð vælkomin at ringja til formannin, Jóanis í Hoygarðinum tlf. 229868
SKRÁIN:
Fríggjadagin 06.11
15.00 - 18.00
Innskriving
18.00 - 19.00:
Døgurði
20.00 - 22.00:
Íverksetan
- Íverksetarahúsið
- Mat & Tilfeingishúsið -íverksetan í síni heild
- Framløga hjá Gunnhild og Kára úr Kongsstovuni í Haraldssundi: "Leyp út í tað - at síggja og brúka møguleikar og brúka teir. Hvat skal til, fyri at seta í verk."
22.00 -
Hugni
Leygardagin 07.11
07.00 - 08.30
Morgunmatur
08.30 - 12.30
- Fyrstahjálp : Sár, hjartastartari og stabilisering og annað
- Prýðisbøting v/ Erlu Matras : Nýnýstla og endurnýstla av tekstili í breiðari merking
13.30 - 16.00
- Fyrstahjálp : Eldur
- Dánjal Petur Jensen: Røkt og hvessing av knívum. Her er gott, um luttakarar hava knív við sjálvi
- Jóhanna á Tjaldrarfløtti: Súlting og reinføri. Stutt framløga um súlting og matvørureinføri. Síðani í køkin at súlta.
18.00 - 20.00:
Døgurði
20.00 -
Kvøldseta, har vit umrøða livigrundarlagið á útoyggjunum.
Sunnudagin 08.11
08.00 - 10.00
Morgunmatur
10.00 - 12.00
Pallborðsfundur. Politisku flokkarnir luttaka. Vit ynskja at hoyra teirra hugsjónir um útjaðaran.
12.00 -
Ábit – takk fyri

