Enn eitt bakkast fyri útoyggjarnar

Jul 15, 2008

Útvarp  Føroya bar í kvøld tey tíðindi, at Teistin verður tikin úr siglingini  til Hestoynna. Henda sera stóra og avgjørda broyting í tænastustøðinum  er gjørd, uttan at hestfólk ella Útoyggjafelagið eru hoyrd.Tað kom sera dátt við, bæði hjá hestfólki og Útoyggjafelagnum, tá tað  frættist í miðlunum, at Helena Dam á Nestabø hevur tikið Teistan úr  siglingini millum Gomlurætt og Hest.


Hetta er eitt so stórt inntriv í tænastuna hjá teimum, sum búgva í  Hesti, at mong sita eftir við kensluni av, at einasta endamálið er, at  avtofta oynna. 


Tá tað almenna á henda hátt, broytir eina grundleggjandi tænastu, er tað  minsta kravið, at tey, sum eiga tænastuna verða kunnað og hoyrd. Í  hesum førum hava hvørki hestfólk ella Útoyggjafelagið fingið nakra  ábending um, at henda ætlan lá í kortum. Umboð fyri Hestoy vóru fyri 3  vikum síðani á fundi við SSL, og tá var einki sagt um broytingina. Hesin  framferðarháttur skapar ótyggleika og ónøgd, og ger tað púra óliviligt á  útoyggj. 


Útoyggjafelagið og umboðini fyri Hestoy, hava biðji um ein fund við  Landsstýriskvinnuna í samferðslumálum, fyri at fáa lýst málið og fyri at  finna loysnir, ið møguliga kunnu bøta um vansan við tí avgerð, sum er  tikin.