Ferðakostnaðir við tyrlu

Dec 12, 2007

Rímuligari prísir fyri ferðing við tyrluni hjá útoyggjafólki.

Atlantic Airways
Tyrludeildin
Flogvøllurin
380 Sørvágur                                                   St. Dímun 13.desember 2007

Viðvíkjandi: Áheitan um rímuligari prísir fyri ferðing við tyrluni hjá útoyggjafólki


Nógv er hent tey seinastu árini við ferðaprísinum runt um í landinum og  nógv ferðast bíligari enn nakrantíð, hvønn dag til og frá arbeiði. Hesi  fólk fáa bjóða ferða tilboð frá sínum heimi og til arbeiðis, við ferða  kubba og øðrum líknandi, ið ger tað bíligari. Hesi ferða tilboð kosta  ongastaðni í landinum meira enn 80,- kr. tur/retur
 
Treyðugt so noyðast útoyggjafólk at gjalda 290,- kr, 260,- kr og niður í  170,- kr tur/retur. Ongastaðni er so ójavnt og dýrt at ferðast, sum hjá  búsitandi útoyggjafólki.

Hesi útoyggjafólk, sum ferðast av og á, eru ikki tey sum halda  rakstrinum av tyrluni uppi. Hesir prísir eru heldur ikki við til at  skapa ein betri trivna. Skal nærmasta familja vitja á útoyggj kostar tað  alt ov nógv. Fólk hava ikki ráð at vitja tey nærmastu á útoyggjunum.


Uppskot til nýggjar ferðaprísir:


Ferðafólk uttan tilknýti:  Vanligan prís

Búsitandi á útoyggj tur/retur: 80,- kr. 
 
Hetta skal verða galdandi fyri ferðing millum útoyggj og miðstaðarøki.  Til hesar prísir skulu nýtast Tyrlukubbar. Tey sum hava Tyrlukubba kunnu  umbiðja fyri tey nærmastu fyri sama prís. Útoyggjafelagið kann útvega  eitt yvirlit yvir, hvør er fasrbúgvandi á útoyggjunum.


Við vón um positiva móttøku


Vinarlig heilsan

Óla Jákup úr Dímun, formaður


Avrit sent SSL og IMR

04-02-2010