Prestur í Ónagerði á Viðareiði ferðast regluliga til Svínoy og Fugloy fyri at hava gudstænastur. Um summarið er sum oftast eingin trupulleiki at koma til útoyggjarnar fyri veður, men um veturin er tað nakað annað, serliga um ein ferðast sjóvegis.


Nú leygardagin 7. februar, var ætlanin hjá presti at fara til Fugloyar fyri at halda gudstænastur í báðum bygdunum sunnudagin. Másin sigldi suðurum Svínoynna og legði at í Svínoyarvík.
Másin skuldi síðani víðari til Hattarvíkar. Men tá hann kom á nesið undir Eysturhøvda og skuldi fara um Fugloyarfjørð, fór at rulla somikið illa, at manningin gjørdi av at venda við aftur.
Prestur gjørdi tí av at fara uppá land í Svínoy og hevði hon gudstænastu har sunnumorgunin, áðrenn hon fór víðari til Hattarvíkar og Kirkju, har hon hevði gudstænastur seinnapartin.
