Fíggjarlógin

May 1, 2008

Fíggjarlógin  fyri 2008, inniheldur ikki tær stóru upphæddirnar til virksemi á  útoyggj, hetta hóast tørvur er á nógvum ábótum og nýíløgum, men tó so,  tað eru smávegis batar at hóma.Á útoyggj vera stórar vónir settar til, at henda samgongan fer at  raðfesta uppstiging av útoyggjnum sera ovarlaga. Tað var við spenningi,  at hugt var í fíggjarlógaruppskotið fyri 2008, men sum so ofta fyrr,  vóur ikki tær stóru upphæddirnar at hóma.

Tað sum liggur teimum flestu, ið búgva á útoyggj á sinni, er at ábøtur  vera gjørdar á samferðsluna. Tað verið seg havnirnar, skipini,  ferðaætlaninar og á tyrluflúgvingina. Men tað nyttar einki at hava góða  samferðslu, um einki arbeiði er, og tí eru tiltøk, ið stuðla undir  vinnu, eisni harðliga tiltrongd.

Av útoyggj frættist, at tey eru glað fyri, at tað hóast alt eru nakrar  krónir settar av til vinnumenning. Hesum hava vit bíða leingi eftir.  Hesin møguleiki, at søkja um stuðul til íverksetan av vinnu, hevur ikki  verið til staðar fyrr, og tað eru fleiri verkætlanir, ið nú fáa ein  møguleika at koma í gongd. 

Tað er sera trupult at fáa bankafígging á útoyggj, tí er eitt ískoyti  til startkapital kærkomið. Hetta kann vónandi gera, at bankarnir eru  betur sinnaðir til at veita fígging.

Bert smávegis er sett av til samferðslu í ár, men í Skúgvi verður sagt,  at tey vanta at skjøtil verður settur á, at byggja nýggja havn har  komandi ár "alt er klárt, so nú bíða vit bara eftir pengunum" verður  sagt úr Skúgvi. 

Bæði í Fugloy og Svínoy, bíða tey spent eftir avloysaranum til Másan.  Hetta má vera eitt skip, ið økir um komfortin men eisini títtleikan,  verður sagt. Frustratiónin er stór, serliga í Svínoy, har tey i nógv ár  hava fingið í vón, at fáa tunnil og havn, men enn er einki hent. Her má  ein loysn finnast, ikki á Eiðinum, men loysnin yviri í Havn er tann  einasta, um ikki ein undirsjóvartunnil verður gjørdur.

Nýtt skip til Mykinesar og Skúvoyar, og øktur títtleiki á Hestleiðini,  hetta til Hestur verður knýtt upp í tunnilin til Sandoynna. Hetta eru  ynskini á hesum trimum farleiðum. Í Koltri, er alneyðugt at fáa eina  kai, har bátur kann leggja at, umframt veg niðan til bygdina.

Tað eru eisini neyðugt við øðrum ábótum, eitt nú skal vegurin oman til  havnina í Mykinesi gerast av nýggjum, og tyrluflúgvingin til fáa eina  uppraðfesting. 

Hetta eru alt tiltøk, ið skulu tryggja farleið og møguleikan at koma til  og frá, men tað eru onnur økið, ið tørva eina góða hond, tað er m.a.  skúlabygnaðurin, tiltøk til frama fyri sosialan tryggleika og trivnað.

Vónandi verður ein menningarætlan sett í verk fyri útoyggjarnar,  soleiðis at tey sum búgva á útoyggj, kunnu hóma eina framtíð, har tað  ikki longur gongur niður á bakka, men har tað gerst lættari, at velja at  búgva á útoyggj.

01-05-2008