Flaggdagshald í Skúgvi

Apr 20, 2009

Flaggdagin, leygardagin 25. apríl verður flaggdagshald í Skúgvi.

Flaggdagshald í Skúgvi.

Flaggdagin kl 15.00 heldur Sóley Thomsen røðu uppi við skúlan, aftaná verður drekkamunnur at fáa inni í skúlanum.

Sóley, ið er 20 ára gomul, er úr Skúgvi, hon bleiv liðug á studentaskúlanum seinasta summar, og hevur síðan arbeitt  í Havn. 
Sóley er umboð fyri Skúvoynna í Útoyggjafelagnum.

Hetta er aðru ferð at flaggdagshald er í Skúgvi, fyrru ferð var í 2004, og var tað Meinhard Hentze, ið tá talaði.