Flaggdagsrøðan í Skúgvi

Apr 26, 2009

Vælkomin niðan í skúlan í Skúgvi í dag tann 25. apríl 2009. 

Í dag eru júst 69 ár síðan føroyska flaggið, Merkið, varð viðurkent sum  tjóðarmerki føroyinga. Hetta er grundin til at vit hátíðarhalda  flaggdagin. Men hví hevur man eitt tjóðarmerki, og hvat ímyndar tað?

Tjóðarmerkið hjá eini tjóð, so sum Dannebrog hjá danum og Merkið hjá  føroyingum, hevur nógv at siga fyri samleikan hjá tjóðini, og hvussu  tjóðin verður uppfatað úti í heimi. Eg kann taka dømi um reaktiónina sum  kom, tá ein danskur blaðstjóri valdi at seta nakrar minni hepnar  tekningar av einum Muhammed í eitt danskt blað: fólk ymsastaðni í  miðeystri valdu at brenna danska tjóðarmerkið afturfyri, og eisini  aðrastaðni í heiminum fordømdi man hesa gerð.

At brenna eitt tjóðarmerki er eitt tað negativasta boðið tú kann senda  eini tjóð. Her síggja vit at samband er millum flaggið og trúnna. Tað  síggja vit eisini á føroyska flagginum, ið ímyndar ein kross í bláum og  reyðum, á einum hvítum dúki. Men flaggið ímyndar meir enn bara trúnna  hjá eini tjóð.

Føroyska flaggið, Merkið, veittrar á fullari stong á merkisdøgum, so sum  á Ólavsøku, á grækarismessu, á føðingardøgum, á brúlleypsdøgum, og so  sjálvandi eisini á flaggdegnum. Tá flaggið veittrar á fullari stong,  vísir tað, at vit hátíðarhalda okkurt, at vit eru glað um tað sum  hendir. Flaggið kann eisini veittra á hálvari stong, men hetta hendir tá  fólk fara til jarðar, tá man minnist tey, ið eru farin haðani av fold,  og aðrar dagar, tá man minnist aftur á og vísir sorg. Sostatt vísir  flaggið eisini kenslur hjá fólkið; kenslur so sum gleði og sorg.    Flaggið vísir eisini tjóðskaparkenslu, t.d. á Ólavsøku, tá vit øll eru  stolt av at vera føroyingar, og lata okkum í føroysk klæði, hyggja at  kappróðri, dansa føroyskan dans, og – ikki minst – flagga við Merkinum.  Úti í heimi nýta vit flaggið tá vit skulu vísa øðrum hvørji vit eru og  hvar vit koma frá, t.d. til ítróttarkappingar ella altjóða møtir av  ymiskum slag.

Áðrenn 25.apríl 1940 skuldu føroyingar flagga við danska Dannebrog, tí  Merkið var jú ikki góðkent tjóðarmerki. Sjálvt um 69 ár nú eru liðin  síðan vit fingu egið flagg, er tað ikki altíð at vit sleppa at flagga  við Merkinum úti í heimi. At flagga við egnum tjóðarmerki hevur nógv at  siga fyri samleikan og sjálvsálitið hjá eini tjóð, og tí er tað lætt at  ímynda sær undranina og vreiðina hjá føroyingum, um hetta verður okkum  noktað. Man setur sær kanska spurningar so sum: “havi eg ikki rætt til  at kalla meg føroying?” og “skal eg lata mær hetta lynda?” 

Svarið kann varierað frá tíð til tíð og frá staði til stað. Men í hesi  demokratisku tíð og í hesum lutfallsliga framkomna parti av heiminum  haldi eg meg kunna svara at eg eri føroyingur av heilum hjarta, og eg  vil ikki lata mær lynda at onnur taka mínar avgerðir fyri meg! Um vit  siga, at hetta er galdandi fyri t.d. Føroyar í mun til restina av danska  ríkinum, ja, hví so ikki eisini siga, at hetta er galdandi fyri  útoyggjarnar í mun til restina av Føroyum? Skulu vit lata okkum lynda at  verða forsømd? Eiga vit ikki at sleppa at búgva har vit vilja, við somu  møguleikum sum aðrir føroyingar? Og skulu onnur sleppa at taka avgerðir  fyri okkum útoyggjabúgvar uttan at hoyra okkara meining? Demokratiskt  sæð er svarið nei. 

Tá Jens Olivur Lisberg og aðrir í 1919 teknaðu føroyska flaggið, høvdu  teir óivað í huga, at sameina føroyingar um okkurt felags. Síðan 1919  eru fólkarættindi bara vorðin betur og betur, í hvussu er í  Vesturheiminum. Í Føroyum hava vit ment okkum bæði vinnuliga og  mentanarliga. Men spurningurin er: hava vit øll somu treytir og fáa vit  øll somu møguleikar? Veruleikin sigur nakað annað. Tað er langt ímillum  kaiina í Skúgvi og so havnina í Skopun ella á Gomlurætt. Hjá einum av  útoyggj mugu heilir dagar setast av til einstøk ørindi, meðan aðrir  føroyingar hava møguleika fyri at ferðast og handla frítt. Hetta er  teimum sjálvandi væl unt, men nú eigur tað skjótt eisini at vera okkum  unt. Við treysti og vón verður tað óivað eisini unt okkum í eini vónandi  ikki alt ov fjarari framtíð. Vit hava jú eina felags tjóð, eitt felags  flagg, og harvið eini felags rættindi! Hervið ynski eg tykkum ein góðan  flaggdag.