Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er nú vorðin høvuðspartnari í verkætlanini Economusée. Verkætlanin sameinar gransking, vinnu og lokalsamfelag, og tí er hon í góðum hondum á Granskingardeplinum. Verkætlanin gjørdist ov tung, umsitingarliga fyri Útoyggjafelagið, tí var hon flutt.

Tað var NORA, ið av fyrstan tíð fekk Føroyar við í hesa verkætlan, og við fígging frá NORA bleiv tað gjørligt hjá Føroyum at luttaka. Í dag verður verkætlanin fíggjað av Northern Periphery Programme, vanliga nevnt NPP, sum er ein EU fíggjaður grunnur, sum veitir fíggjarligan stuðul til gransking og menning í londunum kring Norður Atlantshav, av Samvit og Mentamálaráðnum.
Skrivlig og verklig verkætlan
Tað sum er nýtt og øðrvísi í Economusée, er, at verkætlanin ikki bert er skrivlig, men eisini verklig. Hetta merkir, at hon endar við ítøkiligum virkjum, ið koma at virka í einum norðurevropeiskum netverki – í áhaldandi skal menna nýggj virkið, serstakliga í útjaðaranum. Verkætlanin verður ment í tøttum samstarvið við Útoyggjafelagið og Samvit, og ikki minst NORA, sum nevnt, var ein týðandi partur í byrjanini av verkætlanini.
Hugskotið aftan fyri verkætlanina
Í okkara grannalondum, eins og í Føroyum hava vit áhaldandi tørv á at spyrja, hvussu vit kunnu gagnnýta okkara ríku mentan og handverksliga siðaarv til frama fyri vinnuligt virksemi og búskaparligan vøkstur?
Í verkætlanin “Economusee” verður tað júst sett fokus á vinnu og mentan, og av royndum vísir tað seg, at hetta tiltak megnar at gagnnýta tað tilfeingið, sum m.a. er í útjaðaranum, til at fremja burðardygga vinnu, ið gevur gott fíggjarligt avkast.
Verkætlanin byrjaði í Kanada fyri 20 árum síðani, og fevnir í dag um 42 virkir, ið øll kasta væl av peningi av sær. Tað er júst tey góðu úrslitini í Kanada, ið hava kveikt áhugan fyri at royna hesa loysnina í okkara økið. Tey lond sum verkætlanin fevnir um eru: Føroyar, Ísland, Norra, Norður Írland og republikkin Írland. Sum frá líður, koma Grønland og Svøríki eisini við. Í mai 2008 var sáttmáli undirskrivaður við Kanadiska felagsskapin “Economusée”, og koma tey at veita ráðgeving og serkøna hjálp, til verkætlanin er væl og virðiliga grundsett í Evropa.
Hvat er so tað, ið er so serligt við júst hesari verkætlan
Hugskotið sprettir úr tí veruleika, at tað serstakliga í útjaðaranum finnast fólk, ið fáast við handverk og heimavirkið, og at hetta virksemi ofta byggir á gamla siðvenju og tilfeingið í lokaløkinum. Fyri tey flestu er hetta ein dagdvølja, ella eitt virksemi, ið gevur nøkur oyru afturat einum øðrum starvið. Í Economusée ætlanini, verður tað skipað fyri, at hetta handverk verður umskipa til eina “veruliga” inntøkugevandi vinnu. Vinnuvirksemi byggir á, at handverkið gerst partur av einum tiltaki, har søga, kunning, framleiðsla og handil vera tvinnað saman til eina handilsvøru. Málbólkurin er í høvuðsheitinum ferðavinnan, men í Kanada vísir tað seg, at tiltøkini hava stóran eftirspurning á heimamarknaðinum.
Mentan og økismenning
Sum víst, er verkætlanin Economusée, bæði eitt mentanarlig og økismennandi átak, ið megnar at sameina siðbundið handverk við møguleikan at skapa inntøkugevandi virksemi í útjaðaranum. Hetta kemur eisini at skapa avleitt virksemi innan tænastu og ferðavinnu. Eitt avgerandi element er, at tað er ein treyt, at ungfólk eru partar av hvørjum virki.
Gransking og vinna
Av tí at hetta er ein sameind verkætlan, ið sameinir gransking, vinnu og lokalsamfelag, merkir tað, at faklig vitan og handverksligur kunnleiki verða umgjørd til eitt ítøkiligt virkið. Hetta inniber, at vit draga fólkalívsfrøði, søgu og samfelagskunnleika inn í verkætlanina, harnæst íverksetan og virkisbúskap, arkitektar og sniðgevar. Úrslitið verður eitt privat virkið, ið skal geva avkast til tann einstaka, umframt til alla bygdina, ið far ágóða av tí avleidda virkseminum.
Í Føroyum verður byrjað á Trøllanesi, síðani verður varið víðari til aðrar oyggjar og bygdir. Sum frá líður koma tiltøkini at fevna um alt landið.
Fígging
Verkætlanin Economusée hevur fingið fígging frá Northern Periphery Programme NPP, umframt tað neyðugu fíggingina frá føroysku myndugleikunum. NPP/ES fíggjar 50% av samlaða kostnaðinum, meðan luttakaralondini fíggja 50%. Verkætlan javnvigar við uml.12 mió. kr., og føroyski parturin liggur um 2.mió. kr. Tað eru Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning, Útoyggjafelagið, Samvit og Mentamálaráðið, ið fíggja føroyska partin, ið er uml.1 mió. kr.
Tað var Útoyggjafelagið, ið upprunaliga byrjaði hesa verkætlan, men tað vísti seg, at uppgávan var alt ov umsitingarliga tung til at felagið megnaði hana. Men Útoyggjafelagið er tó framhaldandi ein virkin partur. Á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning stendur Olga Biskopstø fyri verkætlanini.
