Nú fer Útoyggjafelagið enn eina ferð, at royna, at fáa framleiðsluhús-hugskotið á politisku dagsskránna. Nýggj og útgreina umsókn, við m.a. uppskoti um skipan av sjálvsognarstovni, at umsita húsini, verður partur av umsóknini, sum verður send Landsstýrinum ein av døgunum. Tað er okkara vón, at fíggjarlógin 2009 fer at gera hesa verkætlan gjørliga.
Nú eru nøkur ár liðin, síðan Útoyggjafelagið byrjaði arbeiðið við at fáa framleiðsluhús á útoyggj. Nú er verulig gongd komin á verkætlanina, tekningar eru gjørdar og fundamenti undir fyrsta framleiðsluhúsinum er stoypt. Hetta er í Stóru Dímun, har stálið til konstruktiónina eisini er komi í oynna.
Nú er avbjóðingin, at fáa húsið í Stóru Dímun liðugt, síðani standa hinar oyggjarnar fyri tørni. At áhugin er tórur fyri hesum framleiðsluhúsum skerst ikki burtur. Orsøkin er, at munandi meira kann fáast burtur úr tilfeinginum í oynni. Umstøðurnar at hagreiða, og framleiða alt árið umframt møguleikin at selja vørurnar fyri hægri prís, gerast væl betur. Hetta kemur í seinasta enda at viðføra, at tað verður lættari at lívbjarga sær á útoyggj, og tí er hetta ein týdningarmikil íløga í útjaðarin.
