Fundir í útoyggjafelagnum

Mar 1, 2010

Bæði hósdagin 18.mars og leygardagin 20.mars, fara limir í  Útoyggjafelagnum, at fundast. Hósdagin 18.mars, verður fundurin hildin í  Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Á skránni er verkætlanin Nordic Delight  og Slow Food, virksemi. Leygardagin 20.mars, er tað umboðsráðsfundur,  sum er á skránni.

Umboðsráðsfundurin verður ein víðkaður fundur, tað merkir, at eisini  onnur enn tey valdu umboðini luttaka. Hesi eru m.a. limir, ið vilja hava  ein virknan leiklut í felagnum, ella eru partar av verkætlanum í  felagnum. 

Fundurin leygardagin, byrjar kl.10.00 og nógv mál eru á skránni. M.a.  skulu mál, ið viðvíkja samferðsluni umrøðaast umframt skúlamál,  kommunumál, tiltøk o.a.

Ætlanin er, at kunngerða niðurstøðurnar á fundinum her á heimasíðuni,  umframt, at viðkomandi myndugleikar fáa áheitanir og tilmælir frá  fundinum.